Martin Næs

Martin Næs (9. juli 1953 í Vági), fyrrverandi landsbókavørður, er nú deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Martin hevur verið virkin innan mentanarlívið. Hann hevur m.a. verið nevndarlimur og formaður í Rithøvundafelag Føroya. Martin hevur givið út yrkingasøvn, barnabøkur, skaldsøgu og greinasavn. Eisini hevur hann týtt, serliga úr íslendskum máli.

Týðingar í Vencili

Nátt á Víkum / Böðvar Guðmundsson (yrking). Nr. 16/2015, s. 166.