Paul Celan

Paul Celan (1920 – 1970). Hann varð føddur í Rumenia og var ein av týdningarmestu yrkjarum í Evropa í 20. øld. Týskmæltur jødi. Misti bæði foreldrini í týningarlegu undir seinna heimskríggi.Eftir krígslok búsettist hann í Fraklandi, men yrkti bara á týskum. Hann druknaði seg í Seinenánni.