Peter Bichsel

Peter Bichsel (f. 1935). Schweiziskur prosaistur. Hann hevur skrivað eina rúgvu av minimalistiskum søgum, har máltilvitanin ikki altíð samsvarar við veruleikan. Hann skrivar tíðum um tað gerandisliga, sum ongin tímir at tosa um, men hann fær skrivað týdningin fram í ljósið, so at ongin ivi er um, at nógv stórt fer fram í gerandisdegnum. “Barnasøgur” í Vencili Nr. 2/2007 eru úr Kindergeschichten (1969).