Ron Padgett

Ron Padgett varð føddur 7. juni í 1942 Tulsa, Oklahoma. Bachelor of Arts við lærda háskúlan í Columbia. Í 1964 las hann kreativa skriving á Wagner College saman við Kay Boyle, Howard Nemerov og Kenneth Koch. Las franskar bókmentir úr 20. øld í París 1965 og 1966. Var við at stovna almannagagnliga felagsskapin Teachers & Writers Collaborative, sum fer út á fólkaskúlar at undirvísa í kreativari skriving. Ron Padgett er ein av størstu núlivandi yrkjarunum í USA. Padgett og kona hansara Pat vóru í Føroyum til listastevnuna í 2002. Hann ognaði sær eina plakat av Fóm ísum, sum hongur framman fyri skrivaraborðið hjá honum.

Advertisements