Vagnur Streymoy

Vagnur Streymoy (f. 1974). Læraraskúlaprógv í 2007. Hann hevur útgivið tvey yrkingasøvn, og gleðist um at kunna spæla rock n’ roll. Hann arbeiðir í Vestmanna skúla. Tað, sum hann hevur verið uttan fyri bøgarðarnar, eru hesir obligatorisku túrarnir til Danmarkar at vitja Legoland, og so var hann í kríggi einaferð.

Tekstir í Vencili

Svakligt (yrking). Nr. 5/2008, s. 102.
Tvær yrkingar. Nr. 6/2009, s. 89-91.
Ferðin, deyðin og sannleikin (yrking). Nr. 7/2009, s. 34-35.
Kalda lotið (yrking). Nr. 8/2010, s. 34-36.
Mótmælisljósið (yrking). Nr. 9/2010, s. 10.
Vit ganga á sama vegi (yrking). Nr. 11/2012, s. 37-38.
Vestureftir (stuttsøga). Nr. 16/2015, s. 77-84.
Tá ið tað verður bankað uppá (stuttsøga). Nr. 17/2016, s. 79-81.
Vónloysi (stuttsøga). Nr. 17/2016, s. 82-91.

Týðingar í Vencili

Tað, teir bóru / Tim O’Brien (stuttsøga). Nr. 14/2013, s. 59-77.
Heimsins høvuðsstaður / Ernest Hemingway (stuttsøga). Nr. 15/2015, s. 80-91.