Virginia Woolf

Virginia Woolf (1882-1941). Hon var bretskur høvundur og kvinnurættindakona. Á ungum árum gjørdi hon av, at hon skuldi gerast rithøvundur. Uttan iva er hon ein hin týdningarmesti rithøvundurin í farnu øld. Lív hennara saman við manninum, Leonard Woolf, var gott, men hon hevði stórar trupulleikar við tunglyndi. Í 1941 druknaði hon seg í einari á nærindis húsum teirra í Rodmell í Sussex.

Tekstir í Vencili

Eini heimsøkt hús (stuttsøga). Nr. 10/2011, s. 63-64.