Gandakendi gerandisdagurin

Ummæli í Sosialinum 4. oktober 2007.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Nógvir av tekstunum í triðja nummarinum av tíðarritinum Vencil mala um vanliga gerandisdagin. Hesin er tó ikki keðiliga gráur, men heldur trøllsliga grábeintur, og burtur úr gerandisligum smálutum rísur hugtakandi list.

Eftir eitt drúgt arbeiðslív í postverkinum fær ein maður sær í loyndum arbeiði í einum djórahandli, meðan ein annar leitar eftir íbúð á svarta kjallaramarknaðinum í Havn. Í London situr ein maður í einum undirgrundartoki, í Miðeystri finnur ein eldri maður sær konu, og ein kvinna rennur á einari føroyskari rennibreyt.

Vencil triði, ið júst er komin út, er sum eitt loyndarfult skrín, har nógv ymisk og kanska púra vanlig lív eru pakkað niður í eina lítla føroyska bók. Men sum hesi lív lata seg upp í skaldligum hami, eru tey alt annað enn vanliga keðilig. Í nýggja Vencil verður grái gerandisdagurin næstan grábeintur, og gerandisting sum grønertrar, gularøtur, akvariumfiskar, pappír og saksar verða ræðandi gandakend.

Serliga eru tað stuttsøgurnar hjá Sámali Kristiani Jacobsen, Sólrun Michelsen og Oddfríða Marna Rasmussen sum saman við yrking hjá Hanusi Kamban lýsa uppstegðað menniskjalív, meðan tekstirnir hjá Tóroddi Poulsen og Ron Padgett lýsa, hvussu listin sprettir úr júst tí gerandisliga sjabbinum.

Trøllbundin parløg

Í stuttsøguni »Eg beri so nógv« hjá Oddfríða Marna Rasmussen liggur alt í fastari legu, hvør dagur hjá Harra Rubeksen er líka, og konan snorkar á sama hátt hvørja nátt. Grái gerandisdagurin er beinleiðis trøllsligur, og Harra Rubeksen vil flýggja. Men spennandi ævintýr eru tíverri ikki til, og lívsuppgerðin endar við einum skemtiligum antiklimaksi.

Stuttsøgan, Marrumyndir, hjá Sámal Kristian Jacobsen er eisini um eitt par, sum hevur mist samband við hvønn annan. Maðurin hyggur at konu ella gentu síni, sum situr og klippir páppírsmyndir á køksgólvinum. Hann er á veg út at hyggja eftir einari íbúð, og sum vanligt er í Føroyum, er tað ein kjallaraíbúð, hann skal hyggja eftir. Men hetta er ikki bara ein vanlig íbúðarframvísing, men heldur ein niðurgongd til eitt voodookent marruland.

Fastlæsta traðkilagið

Blandingin av tí gerandisliga og óveruliga sermerkir eisini stuttsøguna hjá Sólrun Michelsen, men í einum heilt øðrum formi. Vit eru á lívsins rennibreyt, har øll renna runt og runt. Her eru børn sum spæla blunda og krógva, ungar gentur í leystbundnum stjørnumynstrutum troyggjum, ungar kvinnur við týdningarmiklum størvum og húsum, sum kosta eitt lív og lívsklókar eldri kvinnur. Frásøgufólkið rennur seg ígjøgnum lívið og ikki fyrr enn í móti endanum spyr hon seg sjálvan, hví hon rennur, og hví hon rennur eftir einari fastlagdari breyt.

Hanus Kamban kemur inn á sama tema í aðrari av yrkingum sínum. Persónurin ferðast í undirgrundartoki í London, meðan hurðar og møguleikar flúgva fram við.

Eins og kjallaraíbúðin hjá Sámal Kristian Jacobsen er undirgrundartokbreytin meira enn bara eitt hol í jørðini. Við minnum um millum onnur Sylviu Plath og Arthur Koestler, sum bæði gjørdu sjálvmorð, berjist hann ímóti mótloysinum, men hóast tokið fer við rúkandi ferð, flytur persónurin seg í veruleikanum ikki úr stað.

Vónríka hugflogið

Í fleiri tekstum verður ró fram undir, at vónin býr, har deyðin og vónloysið førir til eina nýggja byrjan. Og mitt í myrkrinum ber til at skapa ljós við at síggja og seta orð á alt tað dapra.

Í yrkingini hjá Hanusi Kamban liggur vónin í listarligu eygleiðingi. Persónurin í London fer ikki í holt við lívið, men hann ynskir at eygleiða alt: mammur geva børnum matpakkar á Hampstead Heiði, og pápar hjálpa synum at spæla við drekar á Primrose Hill. Og í eygleiðingi av nýggjum lívi liggur nýggj vón.

Yrkingarnar hjá Ron Padgett – sum annars hava uppiborið eina grein fyri seg – kunnu lesast sum livandi dømi um, hvussu listin gevur gerandisdegnum nýtt lív við at sorla hann sundur í smálutir. Eins og kvinnan í stuttsøguni hjá Sámal Kristian Jacobsen pettar Padgett marrunar sundur og setur tær saman aftur sum list.

Í niðurskrivaði fyrilestrinum við stuttliga undirheitinum »tá tú hevur tikið fepurin, hevur tú longu tað at skriva um« hugleiðir Tóroddur Poulsen um sambandið millum gerandisligir ræðuleikar, undarligir dreymar og góðar yrkingingar. Og eisini her hómast vónin í kreativu mótstøðuni móti fastlæstu siðvenjuni. Hann minnist millum annað eina stranga lærarindu úr barnaskúlanum:

»Minnist eina aðru ferð í rokning; tá royndi merin at trútta niður í okkum, at tað eitur ikki fýrakantað, tað eitur fýrskantað. Tá letur í einari annars rættiliga smædnari gentu: hálvfemskantað! Og tá kom fanin aftur í gomlu og klask! klask! og klask! og enn einaferð klask! og klask! Gentan fekk fleiri lúsingar, meðan gamla rópti fýrskantað! hoyrir tú! klask! klask! fýrskantað!«

børnini skreiða
við málinum sum sletu
á gomlum kava
Tóroddur Poulsen

Hon setti seg niður og dró stólin varisliga undir borðið. Tók gaffilin og knívin í hendurnar, og við drálandi rørslum førkaði hon tríggjar ertrar og eina gularót upp á gaffilin við knívinum, og sum ein byggikrani, lyfti hon gaffilin upp til munnin. Áðrenn hon náddi munnin, duttu tvær ertrar niður á borðið og rullaðu á gólvið.
Brot úr stuttsøguni, “Eg beri so nógv”, eftir Oddfríða Marna Rasmussen

Eg steðgi og taki um gelendaran og standi soleiðis í nøkur sekund til herðindið hasar av aftur. Kvinnan er komin niður, tá eg haldi fram. Eg veit, at eg átti at spurt um íbúðina, men eg fái onki fram. Eg havi fyrireikað eina rúgvu, sum eg skuldi spyrja um, men nú er alt farið. Føli meg lammaðan og fái bert fylgt aftaná.
Brot úr stuttsøguni, “Marrubókin”, eftir Sámal Kristian Jacobsen

Hví renni eg so nógv? Helst tí, at eg altíð havi verið bangin. Bangin fyri øllum. Ansað eftir, at tey ikki komu ov nær, tí so sóu tey, hvussu miseydnað eg var. Bangin. Knúturin í búkinum, sum í so mong ár hevði fastan bústað har. Havi altíð gingið tær troddu gøturnar. Ikki torað at stungið mær veg tvørtur yvir teigarnar og harvið komið skjótari fram.
Brot úr stuttsøguni, Gjøgnum skygnið, eftir Sólrun Michelsen

eg stígi eina ferð aftur ein Harry Lime ein Odysseus niður
í undirheimin við Piccadilly Circus og síggi ta svørtu
lunnavogns-eikina remba sær norð gjøgnum býin og greinast
sum kvísl í High Barnet og Edgware eygleiði eitt bil seinni
í tokinum bleika gentu við ov reyðum varrum sum lesur
The Well of Loneliness og meðan Goodge Street Euston Tufnell
Park strúka framvið sum lívsdyr ein ongantíð fór um

Brot úr yrkingini, Fitzroy road 23, eftir Hanus Kamban

Dorit Hansen