Hvar er rák?

Ummæli í Dimmalætting/Skáanum 27. oktober 2006.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Herfyri kom tíðarritið »Vencil«, sum hevur undirheitið »Tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum«. Eitt slíkt tíðarrit er sjálvandi meir enn vælkomið, eisini tá talan kanska meira er um eitt savnsrit við góðum og minni góðum tekstum á føroyskum, enn um eitt tíðarrit, ið speglar og viðger føroyska samtíð.

Uttan nøkur fororð um endamálið við ritinum, ber illa til at fáa eyga á nakað ávíst rák bæði í teimum týddu tekstunum, ið hava sera ymiskan uppruna, tíð og stað viðvíkjandi, og í teimum upprunaføroysku tekstunum, sum umframt at umboða sera ymisk stílsløg, eisini eru misjavnir í góðsku.

Høvuðsendamálið tykist heilt einfalt vera at útgeva nýggjar og nýyrktar tekstir á føroyskum máli, og hetta sampakkar eisini við at ritið eyðsýniliga er uppkallað eftir V. U. Hammershaimb. Vencil er rúgvusmikið og inniheldur 47 tekstir, sum 22 høvundar hava framleitt.

Perman

Permumyndin tykist nútíðarlig og heimlig við teimum poetisku súkklarunum hjá Tóroddi Poulsen, sum royna at trekkja niðan herðarnar á tveimum rithøvundaligum havnarvarðum; Jóanes Nielsen í eyðkendum appelsingulum brókum og Carl Johan Nielsen í tí ikki mini eyðkenda, men nú horvna hattinum.

Tað globala, sum tað so útspekulerað eitur, tá heimurin og heimbygdin møtast, er eisini umboðað í andlitsmyndunum av ávikavist newyorkaramyndini Ginsberg og havnarmyndini Knúti.

Ebba dugir

Dirvi og sjálvsálit munnu vera umráðandi tilsetningsevni í tí annars so ymiskhættaða cocktailinum av evnum, ið skulu til fyri at skapa eitt listafólk. Men dirvi er sanniliga eisini neyðugt hjá teimum, sum skulu flyta listina yvir í annað mál. Og kanska er tað serliga djarvt at ditta sær í holt við at týða poesi hjá øðrum, har tú umframt kravið um at raka innihaldið neyvt, eisini mást hugsa um at fáa form, ljóðgóðsku, rím og rútmu at samsvara.

Tað var í sambandi við yrkingasavnið »Líkasum«, eg fyrstu ferð gjørdist varug við ta serligu avbjóðingina, sum liggur í týðing av yrkingum og í forvitni keypti eg »Ligesom«. Vakra yrkingin »Nocturne 2« tóktist ómøgulig at týða vegna tær havnar-internu tilsipingarnar. Ber tað til at fáa nakað burtur úr yrkingini, um tú ikki kennir til gamlar havnarsiðir sum fríggingartúrar á Molanum eftir dans í Sjónleikarhúsinum? Svarið valdast, men man í hesum førum vera játtandi, at tað í hesi góðu yrking ber til at fata tað almenna, ella universala, sum býr í sorgblíða minninum um tann upprunaliga villa kærleikan, sum so við og við tálmast av vana og gerandisdegi.

Fleiri av týðingunum av føroyskum bókmentum eru seinastu árini komnar í sambandi við innstillingar til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina. Tá Rói Patursson varð innstillaður við omanfyrinevnda yrkingasavni, var tað Ebba Hentze, ið hevði flutt hansara savn yvir í danskt, eins og hon hevur týtt mong onnur yrkingasøvn hjá m.ø. Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen. At Ebba Hentze er ein teirra, ið torir og dugir vistu vit av (eisini áðrenn væl uppibornu heiðurslønina), og við teimum 16 fínu týðingunum, ið standa sum eitt lítið savn í tí fyrsta eintakinum av »Vencil«, verður hetta enn einaferð váttað. Hetta er ikki fyrstu ferð, Ebba týðir yrkingar hjá Edith Södergran, og aftur hevur hon megnað at loyst uppgávuna við miklari virðing, kunnleika og eymleika fyri stóra finska symbolistinum, sum man hava eitt serligt pláss í hjarta týðarans.

Úrvalið fevnir um sera ymiskar yrkingar hjá Södergran frá torskildastu symbolismu til eydnuríkasta einfeldi sum í kenslunemandi yrkingini »Eitt ynski«: »Av okkara sólskygdu verð/ ynski eg mær bert ein havabonk/ har ein ketta sólar sær…/ Har hevði eg sitið/ við einum brævi í barmi,/ einum einasta lítlum brævi./ Soleiðis sær mín dreymur út…«.

Vencil inniheldur tilsamans 25 týðingar, ið sum áður nevnt fevna breitt, men tær eru allar góðar og týdningarmiklar, hvørt tað er Hanus Kamban, ið týðir Franz Kafka ella Petur Pólsson, ið týðir Charles Bukowski. Alexandur Kristiansen hevur áður fevnt ógvuliga breitt í sínum týðingum og sama er galdandi fyri hansara týðingar í Vencil, sum umboða yrkjarar úr so ymiskum støðum sum Amerika og Amager, eins og yrkingarnar eru úr ymsum tíðarskeiðum, men Alexandur tykist megna bæði hugkveiktur av stórum alski til poesi og føroyskt mál.

Endaleysar reyvríðingar

»I saw the best minds of my generation destroyed by madness, starving hysterical naked, / dragging themselves through the negro streets at dawn looking for an angry fix…«. Soleiðis ljóðar byrjanin til longu yrkingina »Howl«, sum kendi Beat-høvundurin Allen Ginsberg skrivaði og framførdi í 1955.

Ein yrking sum í fyrstani tykist bæði enda- og meiningsleys í síni manisku uppreksan av merkiligum hendingum, persónum og støðum, men sum veksur í týdningi og dýpd hvørja ferð, hon verður lisin. Í grundini hevur tað ikki verið lætt at ímynda sær júst hesa yrkingina á føroyskum. Eitt er, at hon er so kend í sínum amerikanska upprunalíki, men nakað annað er, at hon er so óskikkilig og ljót, sum vit her á landi sjáldan eru von við á prenti; ikki minst tá talan er um vissar samkyndar aktivitetir, sum vit næstan bara hoyra um, tá sonevnd gudilig í pseudovísindaligum greinarøðum við keldulista à la Kim føla troyttandi trongd til at pápeika fyri okkum øðrum ógudiligu (?!) hvat er náttúrligt og gudiligt og gott.

Merkiligt nokk riggar yrkingin sera væl á føroyskum í framúrskarandi týðing Gunnar Hoydals, hvørs glataðu heilar: »svølgdu eld í sminkaðum gistingarhúsum ella drukku terpentin í / Paradise Alley, deyðanum, ella sendu sínar / kroppar gjøgnum reinsanareldin nátt eftir nátt / við dreymum, við drøggi, við vaknandi marrum, rús- / drekka og snilli og endaleysum reyvríðingum«. Seinasta orðingin er dømi um eina lutfalsliga tulkandi týðing av orðingini »endless balls«, sum tó ivaleyst man vera í ond Ginsbergs.

Yrkingin »Ýl« breiðir seg yvir 14 síður í Vencil og er býtt upp í 3 partar, har fyrsti partur snýr seg um hendingar, ið Ginsberg var fyri síðst í 1940’unum og fyrst í 1950’unum, tá hann livdi tað villa lívið og møtti eini ørgrynnu av yrkjarum, jazz-tónleikarum, misnýtarum, psykiatriskum sjúklingum osfr. Í hesum partinum kann man veruliga tosa um eina rúgvu av konkretum tilsipingum, ið at kalla eru ómøguligar at skilja uttan tilhoyrandi frágreiðing. Eitt dømi er reglan: »sum vórðu burturvíst úr listaskúlum fyri ørskap & / fyri at skriva fúl fagnarkvæði á gluggarnar í / skallanum«, ið sipar til eina av orsøkunum til, at Ginsberg varð tveittur út úr Columbia University, sum skal vera, at hann skrivaði ónæriligheitir um rektaran á sítt skitna kollegiuvindeyga. Annar partur av yrkingini finst at siðmenningini og at framfýsna ídnaðarsamfelagnum, ið manifesterar seg í óhugnaliga avgudinum Molok, ið sambært bíbliusøguni kravdi børn sum offur. Í triðja parti broytist tónin og gerst eymligari. Hesin partur er vendur til vinmann Ginsbergs, Carl Salomon, sum hann møtti, tá hann var og vitjaði mammu sína í einum sinnisjúkrahúsi.

Gunnar Hoydal hevur framt eitt satt bragd við at føroyska hesa yvir 50 ára gomlu Beat-yrkingina, ið tykist yngri enn nakrantíð í sínum nýggja málbúna.

Seinmodernistarnir

Carl Johan Jensen roynir sítt besta fyri at fáa ringa fólkaeydnu, men tað rínir ikki ordiliga við hjá yvirritaðu, sum dámar at lesa hansara yrkingar, eisini tær torskildu, sum ljóða so væl og eisini ritroyndirnar, ið fáa tankarnir at fjakka fjálturstungnir, serliga tá okkurt skal eitast at vera eyðvitað.

Yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen ljóða eisini so væl, og melankolski tónin er til at kenna aftur frá eldri yrkingarsøvnum: »Eg spældi kontrabass / gjørdan úr beinum / eg gekk við / í mínum fyrrverandi lívum // tú sagaði brettini / sum vuksu og vuksu á háhúsunum / ið tónarnir hildu saman«.

Stuttsøgan hjá Oddfríði Rasmussen er serstakliga undirhaldandi við sínum stuttliga blandi av søgn, pátrúgv, langt úti framtíðarsøgu og at síggja til faktuellum, men absurd óálítandi detaljum. Henda søgan er uttan iva tað íkastið, sum umframt Howl frá 1955 og gomlu grunnishøvdauppskriftina hjá Mariusi Johannesen, tykist mest nútíðarligt í hesum savni, sum eisini inniheldur tekstir, hvørs góði málburður ikki hjálpir í mun til dustmiklu kensluna, tú fært, tá tú lesur teir.

Surrealistiska stuttsøgan hjá Sólrun Michelsen er áhugaverd og væl skrivað og sama er galdandi fyri sosialrealistisku stuttsøguna hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Sámal K. Jacobsen er bókmentaliga skyldur við rithøvundar sum Bret Easton Ellis og Jan Sonnergaard, og hansara stuttsøga hevði verið enn betri og nógv meira effektivt óhugnalig uttan tann avdúkandi endan.

*

At satsa upp á breidd hevur somu fyrimunir, sum vit sóu á ólavsøkuframsýningini fyrr í tíðini, at framsýningin verður meira fjølbroytt, eins og tað er stuttligt at síggja nýggj og óroynd listafólk hanga undir liðini á teimum kendu. Hóast hesar fyrimunir, hevði útgávan staðið seg betur sum heild, um ritstjórnin var eitt lítið sindur strangari í sínum úrvali. T.d. tóktust yrkingarnar hjá debutantinum Rannvá S. Johannesen um evnaríkar nóg so feskar, eins og tekstirnir hjá Bárði Persson og Oddvør Johansen hava ov lítið upp á seg.

Kinna Poulsen

Advertisements