Lætt og leskiligt

Ummæli í Dimmalætting 15. august 2008.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Innihaldið í nýggja Vencili bendir á, at eisini í komandi árum verða yrkjararnir munandi fleiri enn prosahøvundarnir í føroyskum bókmentum.

Upprunaliga ætlanin við Vencili hesaferð var, at føroyskir debutantar skuldu sleppa at royna seg, t.v.s. skuldu einsamallir fáa rúmd í tíðarritinum, bert órógvaðir av einstøkum týðingum. Men helst hevur tað gingið striltið við at fáa inn tilfar frá debutantum, tí Vencil kom ikki út fyrr enn í juni, nógv seinkaður, og av teimum 83 síðunum fylla debutantarnir bert 23. Restin er týðingar, og fleiri av hesum eftir ritstjórarnar sjálvar (sum gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði). Harumframt sýnist tilfarið frá debutantunum at prógva, at yrkingin framvegis stendur sterk í føroyskum bókmentum. Ikki ein einasta stuttsøga er komin við, men í alt tíggju yrkingar og so tríggjar ritroyndir – hóast alt.

Ofta verður tikið til, at tað eyðkennir ung bókmentamál, at nógvar yrkingar verða skrivaðar og fáar stuttsøgur og skaldsøgur. Men um tað er orsøkin til stuttsøgutrotið, er ilt at siga, tí fleiri av meira tilkomnu yrkjarunum og rithøvundum í Føroyum hava seinnu árini hava givið út stórar skaldsøgur, t.d. Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Bergtóra Hanusardóttir og Gunnar Hoydal, og í 2005 gav ungi rithøvundurin Elias Askham út skaldsøguna “Messias II”.

Misjøvn dygd

Tað sæst týðiliga, at ritstjórarnir á Vencili halda fast um, at innihaldið skal hava ávísa dygd, men dygdin er misjøvn. Av debuterandi yrkjarunum tykist Sissal Kampmann skara framúr. Hennara yrkingar lýsa ósentimentalt ógvisligar sinnisrørslur og undran. Myndirnar eru sterkar og klárar og sipa til landsløg ella mannakroppin – okkurt slag av kropsligum arkitekturi er í yrkingunum, og sannkenningin tekur støði í kroppinum. Ein frakki verður t.d. nýttur sum metonym, ikki sum metaforur, t.v.s. hóast myndamál eyðkennir yrkingarnar, eru vit í nánd av tí ítøkiliga: “Tín skitni frakki./Stóru holini/eins og tey í minninum/tosa við tey/ið ganga framvið”. Eisini yrkingin eftir Anniku Skaalum, við heitinum “11.september”, er original og meiri margtýdd, enn ein skundigur lesari kanska í fyrstu atløgu gevur sær far um. Aðrar av debutantyrkingunum minna í so nógv um túnatos sett upp sum yrking – ikki heilt uttan fynd, men bert tíðin kann vísa, um ungu yrkjararnir hava annað og meir í sær.

Ritroyndirnar byggja á góð hugskot, men eru sum heild heldur leysar, tær eru í grundini (alt ov almannakendar) hugleiðingar og ferðafrásagnir og mangla tað hugtoyggjandi perspektiv, ið eigur at eyðkenna eina ritroynd.

Forvitnisligar týðingar

Fleiri forvitnisligar týðingar eru, m.a. hevur Hanus Kamban (sum sanniliga fær nógv av skafti) týtt gátuføra kult-klassikaran um menniskjans máttloysi “The Music of Erich Zahn” (á føroyskum “Tónleikurin hjá Erich Zahn”) eftir H.P. Lovecraft, og Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt Hemingway. Flestum kunnugt er stílurin hjá Hemingway eyðkendur – nakin og neyvur. Sámal Kristian Jacobsen fær sum heild hegnisliga endurgivið stílin á føroyskum, einki er at finnast at, men okkurt er kanska at kjakast um. Tá høvuðspersónurin Liz at enda í søguni fer til hús, vónbrotin og ørkymlað, stendur t.d. í enska upprunatekstinum (í hvussu er í endaligu og algongdu útgávuni): “A cold mist was coming up through the woods from the bay”. Ì føroysku týðingini er tað blivið til: “Kaldur mjørki fylgdi henni upp millum trøini frá vágni”. Her er kanska meira talan um umskriving enn umseting.

Fremst í Vencili er ein stuttsøga eftir Úlfur Hjörvar, sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt. Søgan, ið er stuttliga speisk, snýr seg um málfrøðing, sum gongur til grundar í leitanini eftir sjáldsomum orðum. Pauli Nielsen hevur úr enskum týtt stuttsøgu eftir Murakami og er kanska um at gerast eitt slag av føroyskum umboðsmanni fyri japanska metseljaran (fyrr í ár gav Pauli Nielsen út skaldsøguna “Sunnan fyri markið” eftir Murakami í egnari týðing). Áhugavert er eisini at síggja nýggjan týðara, Helgu Hermansen, sum hevur týtt tvær yrkingar (við óhugna og gálgaskemti) eftir íslendska Syndri Freysson.

Gott suppukjøt

Samanumtikið enn ein góður Vencil, men tó satt at siga eitt sindur visin, meira at meta sum lætt og gott suppukjøt enn steik. Kanska var tað í so djarvt í so lítlum umhvørvi sum okkara at avmarka upprunatilfarið til debutantar.

Bergur Djurhuus Hansen