Nøkur orð um Vencil yngra

Ummæli í Dimmalætting/Skáanum 13. apríl 2007.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Annað nummar av Vencili, ella »Vencil yngri« fyri at skemta eitt sindur, er nú komið út, og sum eisini er vanligt, so má hann sigast vera betri frágingin enn pápi sín, hóast tekstirnir eisini hesuferð eru ymsir í góðsku. Í íganginum, sum stendur fyrst, stendur, hvat Vencil skal vera: Vencil skal vera eitt rúm, eitt føroyskt skaldskaparrúm, sum skal hýsa skaldskapi, og ikki tulka hann ella koyra hann í bás. Tískil mugu tekstirnir næstan vera ymsir í góðsku.

Í Vencli hesuferð eru 14 søgur og 24 yrkingar. Har eru ikki so nógvir kendir rithøvundar við – tað er gott. Teir einastu etableraðu eru Heðin M. Klein, Alexandur Kristiansen og Hanus Kamban. Aðrir høvundar og yrkjarir eru nokkso kendir – men ikki etableraðir.

Eitt, sum eg haldi vera nokkso keðiligt er, at har eru so nógvar týðingar – alt, alt ov nógvar. Hóast tað eru 21 høvundar og 12 av hesum føroyingar, og 53 av teimum 100 síðunum við upprunaføroyskum tilfari, so fær lesarin eina kenslu av ov nógvum týðingum.

Mestur er hetta av muninum á góðsku – lítið er at gera við tað, tá tey hava umsett klassikarar og koyrt teir uppí.

Perman

Perman er sera áhugaverd – afturparturin á einum leopardi. Tað vóru tvær permur – onnur, har afturparturin var svartur (tað var tann vanliga) og hin, har afturparturin var gulur (eg fekk mær tann gula afturpartin). Vendur tú blaðnum við, so er høvdið á leopardinum ikki hinumegin – men harafturímóti ein afturpartur aftrat.

Hetta haldi eg ikki riggar so væl, tí hóast øll bløð og øll tíðarrit altíð kunnu gerast enn betur, so er einki við Vencli hesuferð, sum hevur nakað við eftir reyv, ella reyv í myndamáli, at gera. Tvørturímóti er blaðið væl gjørt, og rithøvundarnir allir sum ein gávað fólk.

Tað løgna

Allar týðingarnar eru hegnisliga greiddar úr hondum – tó skilji eg ikki, hví ein høvundur sum Peter Bichsel skal fáa flest verk við, av tí at hetta eru søgur til børn. Tær eru vælskrivaðar, men tað gerst troyttandi at fýra søgur til børn skulu standa fremst. Tær eru sjálvandi meiningsleysar og um tað, sum er løgið, so sum meiningin var við Vencli hesuferð, men eg haldi ikki tað riggar so væl.

Annar av ritstjórunum, Arnbjørn, er sera gávaður søgusmiður. Tó haldi eg hann hevur tann veikleika at skriva um tað, sum hendir í samfelagnum í staðin fyri at hvørva heilt inn í sín hugaheim, tí har finst sanniliga nógv forkunnugt inni. Einaferð eg og hann høvdu fingið ríkiligt upp í nevið, greiddi hann mær frá einum stuttsøgu-eksperimenti hjá sær, sum var at skriva »leitandi« stuttsøgur.

Hetta hevur nógv til felags við tað, sum eg sjálvur eisini ofta royni, og eg fari at mæla Arnbjørn til at dyrka tað meir og ikki vera so realistiskur. Og ein kann spyrja, hví hann nettupp er realistiskur nú, tá temað við Vencli hesuferð skuldi vera tað løgna?

So er tað Oddfríður…

Oddfríður Rasmussen, sum er hin ritstjórin á Vencli, skrivar og yrkir ofta um hesar sálarligu sjúkurnar, sum læsa teg inni og ikki loyva tær út – paranoya, nevrosur, agorafobi og aðrar. Menn, sum skera undirvørrina av sær, sita og klippa avísir sundur, mogga hol í tapetið o.s.fr.

Eg havi ongantíð skilt hesar søgur og yrkingar ordiliga, og tað geri eg enn ikki. Tó haldi eg tær hava okkurt – hevði tað bara komið greiðari fram.

Diddu-yrkingar

Eg havi ongantíð dámt Marjun Kjelnæs, av tí at hon minnir ov nógv um vanligar kvinnu-høvundar, sum skriva um kvinnuproblemir. Yrkingin hjá henni, »Og tú fert rennandi«, hevur eisini nakað av hesum sama.

Ein fær kensluna av, at boðskapurin er »rým ýlandi úr køkinum, frá manni og børnum, realisera teg sjálva, skríggja, leika í – og far so heimaftur til mann og børn.« Tað eru ov nógvar kvinnur, sum yrkja og skriva við hasum hugburðinum. Tað nyttar ikki – fyri at tað skal blíva nakað vert, má tað vera eitt sindur djypri, taka tøk við menniskjuna og lívið, og ikki bara kúgaðar kvinnur í Føroyum (sum í veruleikanum kúga seg sjálvar).

Yrkingarnar hjá Katrin Reinert eru sera væl yrktar og sýna eitt skald, sum veruliga dugir at velja sær orðini. Tó stendur innihaldið neyvan mát við búnan – mest myndamál um, hvussu tað kennist at missa moydómin aftanfyri onkrastaðni.

Eg eri troyttur av at lesa diddu-yrkingar um, hvussu tað kennist hjá smágentum at blíva vaksnar, ella hvussu nógv tær gráta, fyrstu ferð, sjeikurin ger tað liðugt. Hon átti at yrkt um okkurt annað – tí hon dugir.

Tey óroyndu

Dánial Hoydal er eisini kendur sum ein, ið skrivar barnasøgur, men hansara seks yrkingar eru ikki til børn, hóast tær kanska heldur ikki eru til vaksin. Tær eru ikki so lidnar, sum tær kanska kundu verið, mest orðaspøl við einum orði á hvørjari reglu, yvirdrivið bókstavarím og annað, sum eyðkennir tey, sum ikki eru so øgiliga von við at yrkja enn.

Kjartan Hansen er ein sera spennandi rithøvundur. Søgan hjá honum er nóg so smikursøt og eyðkend fyri ungar rithøvundar, men báðar yrkingarnar prógva alt fyri eitt, at hesin høvundurin er meira yrkjari enn høvundur. Hann dugir eisini væl at lesa upp – er eisini sjónleikari og dugir at átaka sær lótir og keipur, so tað riggar væl fyri eyguni.

Vónbjørt Linjonsdóttir, sum hevur eina yrking við, er í øllum førum einki diddu-skald. Hennara yrking er nóg so leys í bygnaði og hevur stundum óhóskandi myndamál. Yrkingin hjá henni er sentimental og um at yrkja, men myndamálið og bygnaðurin eru kanska ikki so egin, sum tey kundu verið – slíkt hevur verið útgivið fyrr (til dømis í einum savni, sum hevði okkurt við gulnaðar kodakmyndir at gera…).

Maluna Poulsen dámar mær ikki. Hennara yrkingar eru góðar, men allar líka endaleysar. Hon hevur yrkt eina góða yrking einaferð. Men á teimum flestu er eingin ordiligur endi – lesarin hongur eftir í leysari luft. Tær byrja væl og klára nøkulunda at halda sær inn á miðjuna – men so fer luftin úr teimum, tær hokna saman og enda sum spibbandi endurtøkur. Hví, kann ein spyrja, skal orðið »enn« endurtakast upp í saman móti endanum?

Meiningin – hvør er hon?

Teir royndu

Heðin M. Klein er ein yrkjari, sum mær dámar sera væl. Hann og Alexandur Kristiansen meistra yrkjarateknikkin, og alt, sum kemur frá teirra hondum, er gott á ein ella annan hátt, fult av kenslum.

Yrkingarnar hjá Hanusi Kamban eru rættiliga góðar – av teimum bestu. Hin fyrra hevur nakað av Regini Dahl, sum tað besta orðið fyri man vera »tamarhald á stílinum«. Fullkomið tamarhald er tað mótsetta av tí at vera óbúgvin sum skald. Hin seinna er á tremur við fremmandum orðum, sum enntá ríma við vanlig føroysk orð. Hetta er eisini ein fragd at lesa. Hon er ein »filologisk roynd«, sum Janus Djurhuus segði um sína sera vøkru yrking »Suðurlendskar nætur«.

Yvirhøvur haldi eg Hanus Kamban duga nógvar ferðir betri at yrkja enn at skriva søgur.

Eg sjálvur

Eg havi einki sagt um meg sjálvan, av tí at har eri eg ógegnigur, men eg satsi uppá, at onkur annar fer at ummæla tær tríggjar søgurnar, sum eg havi við.

Agnar Artúvertin

Advertisements