Vencil: Ein farri av nýggjum ráki í føroyskum bókmentum

Ummæli í Dimmalætting 23. desember 2008.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

21 høvundar og 14 føroyingar eru við í Vencli nr. 5. 15 við Randi. Vit kenna teir flestu uttan Anniku Skaalum, Vagn Streymoy og Katrin Reinert, og vit fara at nýta høvið at ynskja teimum vælkomnum inn í offentligheitsins ljós og góðan byr á skaldahavi, saman við okkum øllum. Tað, tey yrkja og skriva, er bara heilt gott. Haraftrat síggja vit ein høvund av eldra ættarliðnum bróta upp úr nýggjum og endurnýggja seg sjálvan.

Undanfarni Vencil var fyri debutantar, og hesa ferð eru fleiri yngri høvundar við. Miðalaldurin meti eg at vera um 45 ár. Tað er í yngra lagi, tá havt verður í huga, at høvundar eldri enn 50 ár plaga at vera mest umboðaðir í tíðarritum.

Annika Skaalum er sera talentríkur høvundur. Søga hennara kann lesast sum ein atfinning at hesum at yvirfóðra kelidjórunum hjá sær. Hetta er kanska sera viðkomandi nú tað er jól og nógvar ommur stappa sjokolatu í kjaftin á hundunum hjá sær, so teir skjótt fara at doyggja í fiti – fáa hjartaslag og doyggja ein ræðuligan deyða, pínast í hel.

Men fyrst og fremst er søgan hjá Anniku sniðfundig. Man heldur ordiliga, at tað er maður hennara, og so er tað bara hundurin. Spurningurin er, hvar skaldskaparvirðið hjá hasi søguni er? Eg haldi ikki tað er í innihaldinum ella hugskotinum, men harafturímóti í stíli og orðavali. Vit kunnu tí kalla Anniku ein akademiskan rithøvund – við hesum meini eg, at fær hon okkurt evni serverað, dugir hon at skriva eina geniala søgu um tað, men kanska er tað truplari hjá henni sjálv at finna upp á okkurt hugskot. Nú skal eg sjálvandi ikki ákæra Anniku fyri at vera fantasileysa, men tað hevur tíverri víst seg, at flestu rithøvundar, sum líkjast henni, hava verið tað. Í øllum førum teir, sum eg havi lisið. Og eg havi lisið nokkso nógvar. Men eg ætli mær at fara at lesa meir hjá henni og hopa eg fari skeivur.

Hanus skiftir stíl

Søgan hjá Hanusi Kamban er sera forvitnislig og øðrvísi frá hansara vanligu. Eg havi fyrr sagt Hanus duga betur at yrkja enn at skriva søgur, men nú noyðist eg at broyta meining. Fyrr hevur hann mest skrivað realistiskan skaldskap – eg hugsi her um savnið Pílagrímar. Men síðani Pílagrímar komu út, hevur Hanus týtt Kafka – Riddarin Grøni hevur nógv av Kafka yvir sær. Sami eirindaleysi absurditetur, um enn í miðaldarhami. Kafka var ikki so nógv hetta við miðøldini – heldur kann sigast, at tekstir hansara eru ár 1900 í gágguskel. Søgan hjá Hanusi minnir meg um okkurt ímillum Kafka og Syr Gawain And The Green Knight, sum er eitt miðaldarkvæði um ein riddara, sum missir høvdið og kemur gangandi við tí undir arminum inn í eitt brúdleyp. Ein absurd søgn. Eisini minnir hon um onkrar indianskar sagnir, sum eg havi lisið. Indianskar sagnir eru heilt løgnar – ein vavgreytur av djórum, fólkum og náttúru. Eg haldi Hanus duga stak væl hetta slagið og hopi at sleppa at lesa fleiri grønar riddarar frá hansara hond.

Debutantar og gamlir hvalir

Tað er altíð stuttligt at lesa ungar høvdunar. Maðurin við tí egna navninum Ludvík Breckmann hevur skrivað eina søgu um eitt ríkt reyvarhol og rættvísið, sum til endans fær fastatøkur á viðkomandi. Ein ríkur maður situr í lenistólinum og hugnar sær – drekkur cognac osfr. – og konan kemur inn við tí, og hon hevur blátt eyga, og maðurin hugsar: “nú hevur hon aftur smekkað seg í”, men lesarin veit beinanvegin, at her hava vit ein konubukara, sum avnoktar alt fyri sær sjálvum.

Tað er ofta so, at tá ein sendir inn, verður okkurt broytt, og soleiðis er tað eisini her – hon átti at endað á nógv sterkari hátt. Spell, tí Ludvík er gávuríkur høvundur. Tó kemur eitt savn skjótt út hjá honum. Tað gleða vit okkum til.

Eg haldi, at tær tríggjar yrkingarnar hjá Agnari Artúvertin eru óluksáliga góðar. Kjaft ikki, tann maðurin er gávuríkur alíkavæl. Og hann hevur so sexut yvirskegg eisini…

Yrkingin Onkur etur ein ís hjá Kim Simonsen er ein tann besta formleysa yrkingin eg havi lisið á føroyskum. Fyrstu ferð eg sá handan stílin nýttan var í Tað Nýggja Atlantis hjá áðurnevnda Hanusi Kamban, í týðing hans av eini søgu hjá Ursulu LeGuin. Men Kim brúkar eftir mínari meining hesa snildina við vanligari yrking og so “viðmerkisyrking” við skákskrift nógv betur enn Ursula. Ein sterk yrking, sum inniheldur megindrøgini í poetikkini hjá Kim, nevniliga grátandi útlegdina, vónleysa alkoholrúsin og ta ógvusligu kenslukreppuna.

Yrkingin hjá Alexandur Kristiansen er hampiliga góð. Eg veit ikki, hví hann ikki hevur fleiri við. Yrkingin hjá Vagni Streymoy er sera áhugaverd, tó kanska eitt sindur ov stuttar reglur, sum mestur er komið av tí, at hann roynir at spæla “skald” – tá er ofta lætt at gera ov nógv av. Hatta gera øll, tá tey byrja. Yrkingin er uppbygd av mótsetningum, og tað riggar stundum væl, og so hevur hann neyðuga íslettið av heimsskaldskapi (Rosinante). Her hava vit ein mann, sum eftir at hava verið í kríggi fellur sínar lívsroyndir niður á pappír sum yrking. Enn er hvørki poetikkur ella tamarhald á tí at flyta tankar yvir í eina yrking. Men persónligur stílur er í ovmát. Hitt fer at koma seinni.

Eitt av óhepnu ískoytunum í Vencli hesaferð er søgan hjá Kjartan Hansen. Eg blívi við at halda, at Kjartan dugir betur at yrkja enn at skriva, og soleiðis er eisini hesa ferð. Søgan hjá honum er ov illa gjøgnumarbeitt gleps eftir kristindóminum – ella kanska trúgv sum heild. Ein vánaligur metaforur, sum hongur í leysari luft. Og so minnir hon ov nógv um søguna hjá H.G. Wells, A Vision of Judgment.

Yrkingin hjá Tóroddi Poulsen er ein av teimum góðu í Vencli, hóast reglurnar eru óneyðuga stuttar. Veðurskjøl, sum hon eitur, er ein greið sálarlýsing av frásøgupersóninum, sum tykist vera ein maður við ymsum ringum í skjáttuni. Ikki man vera tespiligt at vera bangin fyri einum seyðarhøvdi og er skálkaskjól fyri einum djypri ótta. Eg eri sjálvur sera hugtikin av ótta og havi granskað hann, og eg haldi meg skilja, hvat Tóroddur vil siga við yrkingini. Onnur tekin um ótta í yrkingini hjá Tóroddi er vindurin, sum blæsur og verður koyrdur í eitt súltutoysglas. Í stuttsøguni hjá mær “Hví kvinnan leyp á sjógv” (sum stóð í Skáa í sera styttum líki februar-apríl 2007) fáist eg við nøkulunda tað sama sum Tóroddur, og mannagongdin er nøkulunda tann sama.

Tann fyrra yrkingin hjá Katrin Reinert er góð – tamarhald er á orðunum og stílinum – men við teirri seinnu er Katrin í so lætt sloppin. Hon burdi ikki verið við.

Nógvar umsetingar

Eg skal ikki viðmerkja týðingarnar hjá Heðini Klein av Paul Celan, uttan at siga, at “…hann, sum/við blýkúlu rakar…” ikki rímar, sum upprunaliga. Eg havi sjálvur týtt deyðsfukuna, og har fekk eg tað at ríma. Í upprunatekstinum ljóðar tað: “der Tod ist ein Meister aus Deutschland sein Auge ist Blau/er trifft dich mit bleierner Kugel er trifft dich genau”. Men frálíku týðingar Heðins bøta fyri hesum óríminum. Eg havi bara hetta her við, at alt skal ríma – og serliga tá tað rímar í upprunatekstinum.

Samanumtikið kann sigast, at nógvar góðar yrkingar eru við í Vencli, og vit síggja eitt nýtt rák í føroyskari yrking. Tað er sum føroyskar bókmentir í hesum nummarinum hava fingið málið fyri seg aftur. Tað eru eisini bæði góðar og vánaligar søgur við. So aftur nú kláraði Vencil at liva upp til sítt góða umdømi.

Agnar Artúvertin