Vencil er sum ein konfekteskja, tú veitst aldri, hvat tú fært … men tað smakkar!

Ummaeli_Sosialurin

Ummæli í Sosialinum, 29. mai 2015.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Arnbjørn Dalsgarð og Oddfríður Rasmussen (ritstj.): Vencil nr. 15, 8. árg. 108 síður, 180 krónur. Vencil og Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2015

Bókmentaglaðir føroyingar hava eftirhondini vant seg við, at harrarnir Rasmussen/Dalsgarð rímiliga regluliga hava borið okkum Venclar hesi seinastu 6 árini.

Venclar, sum hava verið á tremur við spildurnýggjum skaldskapi … bæði hjá royndum føroyskum høvundum og debutantum … og skaldsligum perlum uttan úr heimi, sum annaðhvørt hava tolt tíðarinnar tonn og eru vorðnar staðfestur partur av medvitinum hjá vanliga lesaranum, ella eru forkunnugar røddir, sum sanniliga breiðka sjónarringin og vísa tær á, hvat finst á endaleysu bókahillum heimsins … og alt á føroyskum … aloftast góðum føroyskum, týtt við neyvum nærlagni, soleiðis at tað veruliga kennist, sum er tað Hemingway, ið talar til tín úr ævinleikans lesisali, ella er tað Gabriel García Márquez?

Umframt skaldsligu superstjørnurnar handan hav, ið eru umboðaðar við hvør sínari væltýddu søgu – “Heimsins høvuðsstaður” hjá Hemingway, sum Vagnur Streymoy hevur týtt, og “Heimsins vakrasti druknaði (maður)” hjá García Márquez, ið Marianna Hoydal hevur týtt, so er mangt annað forvitnisligt at finna millum mattgrønu permuna, ið ritstjórarnir hesaferð sjálvir hava sniðgivið.

Beint øvugt av einfeldninum á permuni standa søgurnar, Oddfríður og Arnbjørn sjálvir hava skrivað – onkur skaldsligur ágóði skal sjálvandi fylgja við, tá tú framleiðir einasta tíðarritið fyri skaldskapi á føroyskum, ikki so?

Tá ið tær – “Fellan” hjá Oddfríða og “Søga søkir maka” hjá Arnbirni – eru vælskrivaðar og tó argandi hjá lesaranum og ikki loyva honum uttan víðari at gloyma seg aftur, raka teir okkurt rætt … líka so sjarmerandi “Søga søkir maka” er, líka órógvandi er “Fellan”, tí hvat meinar hann við við hesi søguni, ið eg havi lisið aftur fyri at sissa sinnið eitt sindur … fari allarhelst eftir henni aftur … tá møðin er runnin av …

Aðrir tekstir møða minni, um enn teir saktans kunnu vera undirhaldandi fyri tað … og soleiðis havi eg tað við stuttsøgunum “Fennika” hjá Anniku Skaalum, “Sexologurin” hjá Ludvíki á Brekku, “Tornið” hjá Jóni Thorsteinsson og “Svart hol” hjá Sámali Soll … skjótt lisnar og hampuliga undirhaldandi … og munnu tey ikki fara at vera at finna aftur í onkrum komandi Vencli?

Søgan “Sunnudagur” hjá Sólrún Michelsen gav mær tó eitt sindur meiri, tí hon er ikki líka beint fram sum hinar … hon reisir nakrar spurngar, sum tú mást arbeiða við, og ger, at eg mest sannlíkt vendi aftur til hana … kanska eg enntá fari at brúka søguna í míni undirvísing einaferð í framtíðini …

“Svongd” hjá norsku Merethe Lindstrøm, ið Jákup í Skemmuni hevur týtt, tori eg næstan við vissu at siga, at eg ætli mær at brúka í føroyskum komandi skúlaár … hon er spennandi upp á ein merkiliga paranoidan máta, og tá kanst tú saktans fáa eitt gott kjak burturúr …

Vencil hevur tó altíð verið annað og meiri enn bara eitt savn av stuttsøgum, og soleiðis er eisini hesaferð … Lív Róadóttir Jæger eigur til dømis nakrar stuttprosatekstir í Vencli nr. 15, og hon má gjarna senda tilfar innaftur, tí hesir tekstir eru so, at eg longu fleiri ferð havi gingið aftur á teir at njóta poetiska dráttin í teimum; billi mær ikki beinleiðis inn at skilja akkurát, hvat hon meinar við allatíðina, men kortini er har okkurt, okkurt eg ikki heilt fái skúgvað til viks … og í sambandi við skaldskap er tað eitt pluss, ikki so?

Yrkingar eru sum bótin – sjálv kraftin í skaldskapinum – tað, ið liggur eftir, tá alt annað er kókað burtur úr skaldsliga súpanarbollanum … og helst er tað orsøkin til, at eg ikki nevni tær fyrr enn nú móti endanum.

Randi Ward, sum áður hevur havt yrkingar standandi í Vencli, eigur seks helt stuttar yrkingar, sum Óla Jákup Niclasen hevur týtt. Onkursvegna kennist tað sissandi, tá hon í teirri seinastu staðfestir: himmalin er fullur/av betri børnum,/ ið bíða eftir beinagrind/míni at føðast úr … tí tað vissar sjálvt tann vesaligasta av okkum øllum um, at eisini tað menniskjað hevur týdning … og mær dámar væl ta tankagongdina.

Birna Svartá og Hans Erik Hansen eiga hvør sína yrking í tíðarritinum hesaferð. Hetta er fyrstu ferð hjá báðum, at tey hava latið ein av tekstum sínum prenta; tað mugu tey gjarna gera aftur …

Oddfríður Rasmussen hevur hinvegin latið nokkso fitt úr hondum á skaldsliga økinum eftirhondini, og hevur hann týtt tað, sum eftir er at nevna av tekstum í verandi Vencli.

Donsku yrkjararnir Claus Carstensen og Nina Malinovski teljast bæði millum skøld, eg ikki hevði varnast áður. Av teimum hjá Claus Carstensen dámar mær best hana, ið byrjar við setninginum tey funnu hann niðri við ánna … men mær dámar Ninu Malinkovski væl betur – Ikki fyrr enn her í myrkrinum/tá ið tú ert mær heilt nær/føli eg frástøðuna/okkara millum, soleiðis byrjar hon eina av yrkingunum, sum væl hevði kunnað verið lisin í samanbering við “Sunnumorgun” hjá Sólrún Michelsen ella “Svongd” hjá Merethe Lindstrøm, nú tað stundar til próvtøku kring landið alt.

Tað eru jú teir miðnámslærarar, ið hava havt á orði, at tað er líkavið, at teir ikki høvdu kunnað hildið lesiætlanina, var tað ikki fyri Vencil … og størri rós kann eitt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum valla fáa …

Persónliga eigi eg teir allar samlar, og hesin seinasti ger so avgjørt tað, at eg síggi fram ímóti tí næsta … kanska gert tú eisini tað?

Bergur Rasmussen

Advertisements
Be the first to start a conversation

Íkast ella viðmerking til grein

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s