At liva fyri at siga frá

(Stuttur fyrilestur um Gabriel García Marquez, sum Marianna Hoydal helt á móttøkuni fyri Vencili Nr. 2/2007. Endurgivin við loyvi høvundans)

García Márquez fylti 80 ár herfyri, og eftirsum eg havi týtt eina søgu hjá honum, sum stendur í Vencili hesuferð, bóðu teir báðir, Oddfríður og Arnbjørn, meg siga eitt sindur um hann og um áhugan hjá mær fyri honum. Eg skal royna at greiða frá eitt sindur.

Fyrst nøkur tøl og upplýsingar: Gabriel García Márquez varð føddur í Aracataca, nær við karibisku strondina norðanfyri í Colombia 6. mars 1927. Hann las løgfrøði, men gavst við hesum og í staðin arbeiddi hann sum blaðmaður og rithøvundur. Ì 1967 gav hann út bókina Cien años de soledad – 100 ár í einsemi, sum bleiv eitt stórt altjóða gjøgnumbrot fyri García Márquez, men samstundis eisini fyri aðrar latínamerikanskar bókmentir. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1982. Hann er nú, sum sagt, 80 ára gamalur, men hann skrivar enn. Í 2002 gav hann út fyrra bindið av endurminningum sínum “Vivir para contarla” – at liva fyri at siga frá. Nær næsta bindið av endurminningum kemur út, veit eg ikki, men tað sigst, at hann arbeiðir við tí.

Eg plagi at skelka mínar næmingar við at siga, tá ið teir spyrja hví eg las spanskt, at eg las spanskt fyri at kunna lesa García Márquez á upprunamáli. Tað passar kanska ikki heilt, men ein sannleiki er í tí, at skaldsøgan hjá honum – 100 ár í einsemi – hugtók meg serliga nógv og gav mær áhugan fyri Latínamerika og skaldskapinum har, og serliga tað tekstaslagið, sum verður kallað Magisk Realisma, sum er eitt tekstaslag, sum blandar veruleika, mytu og magi.

Hesin áhugin hjá mær fyri tí løgna og ómøguliga í tí realistiska byrjaði tó langt áðrenn. Nevniliga tá ið eg fyrstu ferð las hesar reglur, sum eg leysliga havi roynt at týtt til høvið (hendan søgan kemur út skjótt á føroyskum, havi eg frætt).

Tá ið Gregor Samsa ein morgunin vaknaði aftaná ófriðarligar dreymar, lá hann í songini umskapaður til eitt stórt skriðdjór.

Hetta er úr stuttsøguni “Die Verwandlung” hjá Kafka. Hetta er ein nógv endurgivin byrjan, og ein løgin byrjan, sum veruliga kann vekja lesaran. Eg las víðari um hetta merkiliga insektið, sum hevði verið eitt menniskja, og sum vildi gera alt fyri at krógva, at tað ikki longur var eitt menniskja, og eg var hugtikin.

“Kann man tað” – hugsaði eg. Kann man skriva soleiðis? Lesarin undrast stórliga, og undranin hjá lesaranum er eisini tað, sum bókmentafrøðingar siga vera avgerandi fyri fantastiskar bókmentir – altso tað tekstaslagið, sum á onkran hátt útfordrar lesarans máta at síggja veruleikan uppá. Passar tað? má lesarin spyrja. Er hetta realistiskt? Lesarin má ongantíð kunna avgera svarið, tí so er gandurin brotin og vit fara inn í eitt annað tekstaslag, t.d. fantasy, science fiction ella ævintýr, har “tað óveruliga” hevur sínar egnu spælireglur í einum serligum umheimi.

Innleiðandi setningarnir til søguna hjá Kafka eru “fantastiskir”, bæði á henda og handan hátt, og megna at fanga lesaran beinan vegin. Men ein annar meistari í inngangi er júst García Márquez. Hetta er byrjanin til 100 ár í einsemi (sum næstan er líka nógv endurgivin):

Nógv ár seinri, standandi frammanfyri einum avrættingarliði, mintist oberstur Aureliano Buendía hin fjara seinrapartin, tá ið pápi hansara tók hann við sær fyri at hann kundi síggja hvat ísur var. Macondo var tá ein bygd við tjúgu húsum úr sevi og leiri, sum lá við bakkarnar á eini á, har skyggjandi klárt vatn streymaði eftir einari áarlegu av blonkum , hvítum steinum, so stórir sum fyrisøgulig egg. Verðin var so nýggj, at nógv ting enn ikki høvdu navn, og fyri at nevna tey, mátti tú peika við fingrinum.

Hendan byrjanin er kanska ikki so løgin endiliga. Og tó. Tíðin í hesum fáu setningum er umfatandi. Tíðin er í fleiri løgum. Tað mytiska og kosmiska tíðarbilið frá orðleysum og sakleysum uppruna til – at enda – skrift, syndafall og deyða. Tað persónliga tíðarbilið, sum umfatar minnini hjá Aureliano Buendía. Og samstundis eru í hesum fáu innleiðandi setningunum eisini tilvísingar til søguna hjá Latínamerika, frá conquistadorunum, sum komu til “nýggja heimin” og møttu ókendum fyribrygdum, til ta harðrendu politisku søguna við ráni, diktaturi, kríggjum og elendigheit, sum hevur eyðkent latínamerikanska søgu aftaná tað. Ein stórur biti.

Teir seinastu setningarnir í hesi stóru skaldsøgu eru ikki minni stórbarir, skal sigast. Tað er ein endi, sum er fult í tráð við byrjanina, og sum veruliga og heilt bókstaviliga ger enda á øllum: bókini, tíðini, og næstan lesaranum við, men teir fari ikki at endugeva her. Byrjan og endi hava bæði søguna og mytuna í sær, líkasum hesi bæði hugtøkini eru tvunnin saman gjøgnum alla bókina á ein slíkan hátt, at tað kann vera ilt at siga hvat er hvat.

Og tað var nokk serliga tað, sum hugtók meg, og sum uttan iva hevur hugtikið so mong onnur við mær. Tí tað, sum fyri meg byrjaði við Kafka, helt áfram í teimum fantastisku søgunum hjá argentinaranum Borges, og breiddi seg víðari um tað “magiska” meginlandið til tað norðaru, tropisku útgávuna: magisk realisma. Nevniliga henda undranin, undranin hjá mær, lesaranum: Ber tað til? Hvar gongur markið fyri rationella hugsan? Kann man útjavna markið millum tað rationella og tað irrationella uppá hendan mátan, við at lata annars fullkomiliga atskildar heimar (tað realistiska og tað magiska) upptraðka saman, sum var eingin munur á teimum?

Sjálvandi kann man tað, í skaldskapi. Man kann, sum í søguni hjá García Márques, sum stendur í Vencili hesu ferð, seta veingir á ein gamlan olding og lata hann klóra runt í rununi saman við hønum og ungum gentum, sum eru umskapaðar til eiturkoppar, tí tær ikki akta foreldrini. Og man kann – væl at merkja – gera tað uttan at veruligi veruleikin verður settur uppá spæl.

Tí hetta er einki spæl. Nógv hava viljað gjørt tað til spæl. Sjálvt heitið “magisk realisma” ljóðar kanska, í síni mótsøgn, sum spæl og skemt, og hetta er eitt heiti, sum serliga útlendingar, t.v.s europearar ella gringos hava sett á hetta tekstaslagið. Men hygg at endanum á 100 árs einsemi, so sært tú, at hetta er einki spæl. Her er blóðugur álvari og dómadagsprofetiir um eitt meginland, sum aftaná 100 ár í einsemi “ikki fær ein annan møguleika her á fold”. Og tað “magiska” (ella, kundu vit sagt, mytan) hjá García Márquez er ikki eksotiskt krydd, men harafturímóti ein ótolandi veruleiki, sum ikki slepst burturúr. Tað er eitt haft um beinið, nakað, sum ikki slepst av við. Sum er partur av søguliga veruleikanum. (Nú tosi eg bara um Márquez, og ikki um aðrar rithøvundar, sum skriva hetta tekstaslagið).

Í søguni um hin gamla mannin við veingjum hava Pelayo og Elisenda vunnið væl av peningi fyri “eingilin” – ella hvat tað nú er, sum tey funnu í túninum. Tey hava fingið nógv burturúr honum, og tey hava bygt sær nýggj hús í europeiskum sniði fyri pengarnar. Men nú er eingilin doyggjandi, og fjøldin hevur ikki longur áhuga fyri honum. Hann melur runt sum eitt spøkilsi í húsinum, er allastaðni um somu tíð, “endurtekur seg sjálvan” og “ger tað nýggja húsið gamalt”. Elisenda sigur einastaðni at tað er “sum at liva í einum helviti fult av einglum.”

Hetta kann kanska lýsa ta magisku realismuna hjá García Márquez, tí tá ið løgin og yvirnáttúrlig ting koma fyri, so kunnu vit europeisku lesarar kanska halda at tað er stuttligt og eksotiskt, men hjá teimum, sum skulu hanga uppá hetta yvirnáttúrliga og irrationella, er tað kanska ikki altíð so stuttligt. Tá ið tú lesur García Márquez verður tað meira og meira torført at síggja munin á tí realistiska og tí magiska, og tað, at seta eitt mark, vísir seg at vera meira irrationelt enn nakað annað. Hóast vesturlendski rationaliteturin kanska er tað, sum fólkið hungrar eftir, so merkir tað irrationella gerandisdagin, og einki er at ivast í, at latínamerikanarar í stóran mun, kanska serliga colombianarar, hava livað og liva í einum søguligum helviti fult av gomlum spøkilsum.

Gabriel García Márquez hevur, sum nógvir latínamerikanskir rithøvundar næstan noyðast, altíð verið socialt og politiskt engasjeraður. Hann hevur sum blaðmaður viðmerkt viðurskifti bæði í sínum egna landi, Colombia, aðrastaðni í Latínamerika og í heiminum annars. Hann hevur merkt tey óstøðugu politisku viðurskiftini í Colombia á egnum kroppi og hevur skrivað um tey. Politiskt hevur hann ligið á vinstravonginum. Hann er t.d. persónligur vinmaður við Fidel Castro, og hevur ikki, sum so nógvir aðrir, tikið frástøðu frá stýrinum í Cuba. Í bókunum hjá García Márquez eru søgulig og samfelagslig viðurskifti alla staðni til staðar. Men hann ikki farin í ta grøvina, sum so nógvir aðrir, at skriva “politiskt” ella “revolutionert” í skaldskapi sínum, hóast hann uttan iva hevur kent eitt trýst á sær fyri at gera tað. Aðrir kendir rithøvundar frá “tí magiska meginlandinum” (sum vit kalla tað) hava staðið seg illa, tí teir hava roynt at skrivað út frá einari kenslu av skyldu yvir fyri sínum landi og fólki, heldur enn at fylgja sínum egna stíli, t.d. Asturias (ein annar nobelprísvinnari), sum í eini røð av skaldsøgum skrivar um leiklutin hjá United Fruit Company í Guatemala – skaldsøgur, sum langt frá liggja á sama støði sum aðrar hjá honum. García Márquez hevur meira hildið seg til eina aðra reglu, sum hann hevur orðað soleiðis:

“Fremsta kollveltingarhugaða skyldan hjá einum rithøvundi er at skriva væl”

Og at skriva væl, tað eru vit ivaleyst fleiri sum halda, at hann ger. Og eg má siga, at tað at kunna lesa hann á upprunamáli er ein fragd. Tí hann er veruliga ein málsligur meistari, og týðingin verður ongantíð so góð sum upprunateksturin, kanska serliga ikki, tá ið talan er um ein sum García Márquez.

(Marianna Hoydal týddi stuttsøguna “Ein sera gamal maður við ovurstórum veingjum” eftir García Márquez, sum stendur í Vencili Nr. 2/2007)