Eg sá teir bestu heilarnar í mínum ættarliði týndar av ørskapi

(Grein um Allen Ginsberg og yrkingina Howl, sum varð prentað í føroyskari týðing eftir Gunnar Hoydal í Vencili #1/2006. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði greinina, sum stóð í Dimmalætting 25. mai 2007, og er hon her endurgivin við loyvi høvundans)

Ýl á føroyskum

50 ár eftir, at ein av týdningarmestu yrkingum, sum heimurin nakrantíð hevur hoyrt ella lisið, varð skrivað, er henda slóðbrótandi yrkingin nú týdd í føroyskt. Týðingina hevur Gunnar Hoydal meistarliga greitt úr hondum. Talan er um yrkingina “Howl, for Carl Solomon”, sum á føroyskum er týdd til “Ýl, til Carl Solomon”. Yrkingin stendur í fyrsta nummarinum av skaldskaparritinum Vencili. “Undirgrein til Ýl”, stendur í næsta nummarinum, og tað er eisini Gunnar Hoydal, sum hevur týtt hana í føroyskt. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein yrking, sum hevur fingið menniskjað at síggja heimin í øðrvísi ljósi, stendur prentað á føroyskum. Tað er ongin annar enn yrkjarin, upptraðkarin og provokatørurin Allen Ginsberg, sum skrivað hevur yrkingina “Ýl”.

 

Baklandið

Allen Ginsberg varð føddur 3. juni í 1926 í Newark og doyði 5. apríl í 1997. Foreldrini vóru russiskir jødar, ið fluttu til USA fyri tveimum ættarliðum síðani. Bæði vóru tey radikal vinstrahall, áhugað í marxismu, nudismu, feminismu og øðrum nýggjum hugskotum, sum vóru frammi tá á døgum. Pápi Allen, Louis Ginsberg, ið varð føddur í 1875 og doyði í 1976, var lærari og yrkjari. Hann var limur í amerikanska yrkjaraakademinum. Tá ið Allen Ginsberg var smádrongur, fekk mamma hansara, Naomi Ginsberg, psykiskar trupulleikar. Hennara paranoia gjørdi, at hon varð innløgd á afturlatnari deild, og at enda fekk hon hvíta skurðin. Hon doyði í 1956. Í samfullar fjøruti tímar fyri jarðarferðina, skrivaði Allen yrkingina “Kaddish” til mammu sína. Presturin las hana við grøvina.

Í fjørutiárunum las Allen Ginsberg við Columbia College. Har hitti hann teir báðar William S. Burroughs og Jack Kerouac, sum seinni, saman við Allen Ginsberg, myndaðu bólkin, ið kallaðist beatnikkararnir ella The Beat Generation. At hesir tríggir møttust og vórðu vinir gjørdi, at eitt skaldskaparrák tók seg upp í USA, sum fekk allan ungdómin at mótmæla og seinni gera uppreistur móti McCarthyismuni, sum var ráðandi tá. McCarthy striddist fyri at reinsa USA fyri alt, sum var øðrvísi. Hann fongslaði fólk bara tí, at tey høvdu eina aðra meining enn hon, ið skuldi passa inn í kjarnufamiljumynstrið. Sjálvandi elvdi henda háðan móti persónliga frælsinum til mótstøðu.

 

Ýlið

Í 50 árunum gekk Allen Ginsberg á Columbia University. Hann las Franz Kafka og William Blake, og sat nógv á West End Café og skrivaði. Meðan hann gekk á hægri lærustovni, reikaði hann runt og var sjálvdan til undirvísing. Fleiri ferðir slapp hann fyribils ikki at vera við í undirvísingini millum annað tí, at hann hevði skrivað ókvæmisorð á veggirnar, har hann búði.

William Carlos Williams viðurkendi soleiðis í 1955 í einum brævi um Beat-rørsluna. Í desember mánaði skipaðu teir fyri eini upplestrarøð á Six Gallery í San Francisco. Six Gallery var ein stórur verkstaður, sum var gjørdur um til eitt myndlistasavn. Upplestrarøðin bar heitið “Happy Apocalypse”. Har las hann yrkingina “Ýl” við undirheitinum “til Carl Solomon”. “Ýl” fekk stóran týdning fyri alt samfelagið í USA. City Lights bókahandilin gav bókina út í 1956. Í 1957 var endin, at umstrídda innihaldið í bókini gjørdi, at Allen Ginsberg og Lawrence Ferlinghetti, maðurin, sum gav bókina út, og maðurin, ið átti City Lights Bookstore, vóru stevndir fyri rættin. Stóri almenni áhugin fyri málinum gjørdi, at báðir vórðu frídømdir.

Ýl gjørdist skjótt ein av mest slóðbrótandi yrkingunum í amerikanskari bókmentasøgu. Forleggjarin Lawrence Ferlinghetti varð handtikin og ákærdur fyri at geva út ósømiligar bókmentir. Sjálvur var Allen Ginsberg í Tanger og vitjaði vinmannin William S. Burroughs, so hann varð ongantíð handtikin. Tollarar løgdu hald á næsta upplagið. Hetta rættarmál varð blást upp í fjølmiðlum og bæði yrkjarar, ummælarar og bókmentafrøðingar á lærdum háskúlum mótmæltu málinum. 19. mai í 1957 stóð grein i The San Francisco Cronicle, ið vardi “Ýl”, sum rætturin í San Francisco frammanundan hevði dømt at vera so ónæriliga, at ungdómurin kundi taka stóran skaða av at lesa hana. Tað var serliga hesin setningurin, sum fekk statsákæran at melda yrkjaran, forleggjaran og yrkingina: … sum lótu seg mogga aftanífrá av heilagum motorsúkklumonnum og skríggjaðu av frøi.

Eftir at rættarmálið hevði vart í tríggjar mánaðir, avgjørdi rætturin at fríkenna bæði Lawrence Ferlinghetti og Allen Ginsberg fyri at hava útgivið og skrivað yrkingina, sum seinni skuldi vísa seg at verða yrkingin, sum broytti skriviháttin, sum fleiri yrkjarar nýttu. Tá ið dómarin las dómin, endaði hann við at siga: “Eitt gamalt slagorð ljóðar soleiðis: óndur veri hann, sum hugsar ónt, og fyri at endurgeva úr einari yrking hjá Allen Ginsberg, so eiga vit heldur at læra av hansara orðum: heilagur veri hann, sum hugsar heilagt.”

Orsøkin at yrkingin varð bannað, var tann, at hon var full av ónærisligum orðum, ið høvdu við kynslívið at gera. Orð, sum ikki hóskaðu inn í glæstrimyndina av tí samfelag, sum politikarar í USA royndu at skapa, og eisini runga ákærurnar frá Allen Ginsberg oman yvir samfelagið. Eyðsæð er, at hann vardi hin minnimenta – tann vanliga amerikanaran, sum altíð var bangin fyri at verða avlurtaður av McCarthy og hansara monnum. Sjálvur var hann gjeikari, og hann gav hesum samfelagsbólki, sum McCarthy og hansara menn fongslaðu, eina rødd, sum almenningurin og serliga tey ungu tóku til sín.

Michael McClure, ið var ein, ið las upp á Six Gallery, har “Ýl” á fyrsta sinni varð lisin, sigur soleiðis um upplesturin: “Allen byrjaði at lesa. Røddin var kløn, men brennandi klár. Av og á rópti Jack Kerouac: “kom nú!” í sama tónalagi og rútmu sum Allen las yrkingina. Tað, sum vit mintust, hevði ongin verið so óræddur og framligur í sínum yrkingum – nú var ongin vegur aftur – og vit vóru til reiðar ikki at venda aftur. Ongin okkara ynskti at venda aftur til tað gráu, køldu, herveldistøgnina, aftur til tann andliga tóman, aftur til landið við ongari poesi, til tann andliga livandi dapurleikan. Vit vildu gera alt av nýggjum, og vit vildu uppfinna tað sjálv. Vit ynsktu eina rødd, og vit ynsktu eina víðsjón.”

Henda útsøgnin er sera rámandi, og vísir hon á tað, sum Allen Ginsberg setti í verk. Hann var kanska ikki so tilvitaður um, hvørjar fylgirnar fóru at verða, tá ið hann skrivaði “Ýl”, men alt sítt lív royndi hann at fáa fólkið at vakna og gera uppreistur móti teimum, ið ráddu fyri borgum, og sum noyddu tey at liva soleiðis, sum tey ikki vildu liva.

 

Howl/Ýl

“Ýl”, hetta dantiska verkið hjá Allen Ginsberg, fer altíð at standa ovarliga á kanonlistanum yvir yrkingar. Seinnu árini av sínum ævisskeiði ynskti Allen Ginsberg, at hann kundi skrivað eina yrking, ið kundi verið eitt “Ýl II”. Hendan yrking skuldi mótmæla politikarum í nýggjari tíð. Gjøgnum yrkingar og mótmælisrøður sínar, ávirkaði Allen Ginsberg politikarar og samfelagsviðurskifti sum heild.

“Ýl” hevur undirheitið “til Carl solomon”. Hvør er hesin Carl Solomon, sum yrkingin er skrivað til? Jú, Allen møtti honum á Rockland sinnissjúkrahúsi, har teir fingu viðgerð. Carl Solomon var føddur í 1928 í The Bronx. Hann er mest kendur fyri at hava givið Allen Ginsberg íblástur til “Ýl, til Carl Solomon”. Hóast hann hevði nógv strið av sinnissjúku síni, var hann av vitugastu monnum, og Ginsberg og hann kjakaðust ofta um bókmentir. Áhugavert er, at allir tríggir, Ginsberg, Burroughs og Kerouac, høvdu ein “dupultgangara” ella ein spegil av sær sjálvum, sum teir brúktu í sínum verkum – ein spegil, sum livdi tað lívið saman við teimum, og sum teir skrivaðu í sínar bøkur. Burroughs hevði gøtudreingin og rúsevnismisnýtaran Herbert Huncke, Kerouac hevði hin sjarmerandi og karismatiska Neal Cassady, sum er høvuðspersónurin í “On The Road” og so Ginsberg, hann hevði Carl Solomon, ið altíð gav honum íblástur um ørskap.

Farbróðir Carl Solomon átti eitt forlag, ið nevndist A. A. Wyn, ið prentaði fikkubøkur. Allen Ginsberg trábað teir um at geva út tað, sum vinir hansara Jack Kerouac og William S. Burroughs høvdu skrivað. Forlagið gav út “Junky”, sum er fyrsta skaldsøgan eftir Burroughs, men vildi ikki geva út bókina “On The Road” eftir Kerouac – bókin, sum seinni skuldi seta Jack Kerouac í støðuna sum tann stóri uppreistrarmaðurin, sum vísti amerikumonnum á útjaðaran í USA. Solomon skrivaði ikki tað stóra sjálvur, sjálvt um tað kundi ljóðað so, tá ið ein lesur “Ýl”. Og tó. Seinni gav hann út tvær bøkur við elliptiskum, fróðum og løgnum ritroyndum. Aðra “Mishap, Perhaps” í 1966 og hina gav hann út í 1968 og kallaðist hon “More Mishaps”.

Mælt verður um

Í fororðunum til yrkingasavnið “Howl and other poems”, ið kom út í 1956, sigur William Carlos Williams: “Hann hevur bókstaviliga verið gjøgnum helvitið, og á vegnum møtti hann einum manni, nevndur Carl Solomon. Teir skiftu um tenn og skarn úr hesum lívi, ið ikki kann verða lýst uttan at brúka tey orð, ið brúkt vórðu at lýsa hetta.”

“”Ýl” er ógvuliga jødisk í sínum kenslum. Mállærulagið er bíbilskt í sinum endurtøkum. Howl er eitt ógvusligt ýl móti allari siðmenning, ið ikki dugir at hugsa, og, sum drepur andan, ið sigur, at tess harðari, tú rópar, tess minni verður tú hoyrdur,” segði Richard Eberhart, tá ið hann ummælti yrkingasavnið “Howl and other Poems” í New York Times Book Rewiew 2. september 1956.

Áðrenn Richard Eberhart ummælti “Ýl”, sendi Allen Ginsberg honum eitt bræv, har hann rættvísgjørdi sína poesi, kanska serliga yrkingina “Ýl”. Ginsberg vildi vera við, at hansara skaldskaparlæra var eitt fast tak um øll kenslulig virði í samfelagnum. Hann greiðir Eberhert frá um tann innara og tann ytra formin, hvussu yrkingin er bygd upp. At hann hevur funnið sær íblástur úr yrkingum eftir Walt Whitman sæst serstakliga í teimum longu reglunum og tí bólgnandi myndamálinum. Teknsetingin í “Ýl” er ikki sum hon, ið mállæran lærir okkum. Allen Ginsberg setir síni tekn inn í yrkingina, har hann skal anda inn, tá ið hann lesur hana hart. Hetta ger, at yrkingin hevur eina óvikiliga rútmu, ið meira og minni líkist tí mátanum rabbinarar endurtaka úr Toraini. Formurin er ein roynd – ein roynd, har Ginsberg dregur inn alt og øll, sum nakrantíð hava ávirkað hann. Sjálvur sigur hann, at yrkingin er “a brick shithouse“.

Yrkingin “Ýl, til Carl Solomon”, er býtt sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur er tann kendasti av teimum trimum. Tað kemur meiri enn so fyri, at bara hesin parturin verður týddur, tá ið yrkingin verður flutt yvir í annað mál.

 

Fyrsti partur

Hesin parturin er um samveruna, sum Allen Ginsberg hevði við yrkjarar, listafólk sum heild, politisk virkin, sinnissjúk, jazztónleikarar og rúsevnismisnýtarar. Hesi fólkini, sum hann hitti í 40 árunum og 50 árunum, eru tey, sum mynda persónarnar í fyrsta parti av “Ýl”. Teimum møta vit í fyrstu regluni: Eg sá teir bestu heilarnar í mínum ættarliði týndar av ørskapi. Hann megnaði at geva teimum lægstu og útstoyttu í samfelagnum eina harðmælta rødd, ið vardi teirra lívsleið og teirra livihátt. Allen Ginsberg vísir á ymisleikan í tí menniskjaligu náttúruni og á, at øll samfeløg eiga at virða hesi menniskju, óansæð hvussu tey liva. Fyrsti partur endurgevur samfelagið, sum amerikanarar “livdu” í fyrst í 50 árunum. Sjálvandi er hesin parturin skrivaður á tann hátt, at hann er tíðarleysur, so at lesarin í dag, kann fáa eins nógv úr yrkingini, sum fyri 50 árum síðani.

 

Annar partur

Í øðrum parti verður ídnaðarliga siðmenningin lýst sum Molok. Molok ella Milkom, sum hann verður nevndur í Bíbliuni, er ein gudur, sum hevði mannakropp og tarvahøvur. Menn ofraðu børn til hansara. Hendur hansara gløddu og børnini kolaðust upp. Hann hevur nógvar týdningar. Orðið Molok merkir kongur. Í “Ýl” merkir Molok kensluloysi og er tí eitt orð, sum verður brúkt í staðin fyri USA. Men tað er eyðsæð, at Allen Ginsberg eisini dregur filmin “Metropolis” eftir týska filmsleikstjóran Fritz Lang fram. Í filminum er eitt skapilsi í líki av einum illum anda, ið nevndur er Molok.

Ginsberg skrivaði henda partin, tá ið hann royndi ymisk sløg av rúsevnum. Í eini dreymasjón sá hann framsíðuna á einum stórum hotelli, ið hann samanbar við Molok. Hotellið er ein mynd av tí amerikansku fremmandagerðini, ið nógv føldu.

 

Triði partur

Hesin parturin er beinleiðis stílaður til Carl Solomon. Teir báðir, Allen Ginsberg og Carl Solomon, vóru eitt stutt tíðarskeið innlagdir samstundis á Rockland sinnisjúkrahúsið. Vert er at minnast, at mamma Allen Ginsberg doyði í 1956, tá ið hann las “Ýl” fyri almenninginum á fyrsta sinni. Hesin parturin er eyðkendur fyri sína eyðsýndu endurtøku. Allen Ginsberg endurtekur: Eg eri við tær í Rocklandi. Tað er í hesum partinum at vent verður frá tí harðliga tónanum í partinum, har Molok verður lýstur.

 

“Undirgrein til Ýl”

“Undirgrein til Ýl” kom út samstundis sum “Ýl”. “Undirgrein til Ýl” hevur tað sermerkið, at orðið “heilagt” verður endurtikið í ymiskum fyribrigdum. Yrkingin er ein hálovan til alt, sum er heilagt, og tað eru ikki bara tey fyribrigdini, sum vit halda eru heilag, ið verða lýst sum heilag. Kropslutir, yrkjarar, sum mótmæltu McCharty tíðini og alt tað, sum verður lýst í fyrsta partinum í “Ýl”, verður lýst sum heilagt.

 

Eftirtíðin

Tað er ongin loynidómur, at “Ýl” er ein av týdningarmestu yrkingum, sum nakrantíð er skrivað. Hon byrjaði við, at ávirka amerikanska samfelagið, og spjæddi seg kring allan heimin. Yrkingin hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina. Hon var við til at eggja amerikumonnum at vísa størri tolsemi og at vísa á teir ymisleikar, ið vit menniskju hava. Tá ið USA fór í kríggj í Vietnam, varð yrkingin sjálvandi lisin hart allastaðni, sum eitt mótmæli móti øllum teimum ungu amerikansku hermonnunum, sum lótu lív ella komu heim kryplaðir úr krígnum í Vietnam.

Nú eru 50 ár liðin síðani “Ýl” varð útgivin í USA, og enn tann dag í dag eru rithøvundar, sum hava fingið íblástur úr hesari stóryrking.

Kendi ummælarin og yrkjarin T.S. Elliot segði, at allir høvundar skriva sín skaldskap á ryggin á undanfarnu høvundum. Tíbetur, kunnu vit siga. “Ýl” hevur havt so stóran týdning fyri eftirtíðina, at tað vildi verið ein stórur missur, um vit ikki høvdu hesa yrkingina at halda okkum til, at draga úr og hvørva í – og nú eisini á føroyskum.

Heimildir:

Ann Charter: Beat Down to your Soulr. Penguin Books, 2001.
Allen Ginsberg við formæli eftir William Carlos Williams: Howl and other Poems. City Lights Books, 1956.
Vencil: Fyrsta og næsta nummar av tíðarritinum fyri skaldskap á føroyskum. BFL, 2006, 2007.