At ummæla ella ikki at ummæla

Tíðargrein í Sosialinum 30. desember 2006.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

At bókaummælarar er vorðnir meira bersøgnir seinastu árini kann standast av, at krøvini, teir seta til skaldskap, eru vaksin, og at bøkur, sum fyrr høvdu farið stillisliga aftur við borðinum, nú verða ummældar.

Hetta síggi eg sum bæði gott og tiltrongt, tí rithøvundar eiga at fáa at vita, at bøkur teirra verða lisnar, og at lesarar seta krøv til dygdina í avrikum teirra.

Sum meira og minni virkin bókaummælari havi eg mína egnu meining um, hvat eitt bókaummæli skal innihalda, eins og aðrir ummælarar, eitt nú Carl Jóhan Jensen, Hanus Kamban og Kim Simonsen, hava sínar meiningar um sama. Eg skal her royna at bera fram nøkur av mínum sjónarmiðum um tað at ummæla.

Móttakarin í fremstu røð

Tá ið eg ummæli fyri dagbløð, hevur tað avgerandi týdning fyri meg, hvør móttakarin er. Ikki móttakarin av bókini, men fyrst og fremst móttakarin av ummælinum. Lesarin má kenna, at bókaummælið er skrivað til hansara ella hennara. Lesarin má undir ongum umstøðum kenna seg hildnan fyri gjøldur, eitt nú við at ein ummælari lovprísar einum verki, sum er vánaligt. Ella at ein ummælari hevur ikki reellar ætlanir við ummælinum, og at hann tískil, av einhvørjari duldari dagsskrá, fer illa við eini bók ella einum rithøvundi, sum hevur betri uppiborið.

Skrivi eg til eitt dagblað, noyðist eg at hugsa um, hvør ið lesur dagbløðini. Skrivi eg til eitt bókmentaligt tíðarrit, er málbólkurin ein annar. Sum ummælari kann eg ikki kenna somu ábyrgd móti verki ella rithøvundi, sum eg geri móti lesarunum av ummælinum og móti egnari samvitsku. Tað fær ikki verið øðrvísi, tí annars kemur ein sær alt fyri eitt í óføri. Har finnast ongar neyðsemjur.

Ein ummælari er ikki ein ráðgevi

Tað berst mær fyri, at tað eru alt ov mong, sum ikki skilja millum tað at ummæla og tað at ráðgeva. Ráðgeving er nakað, sum rithøvundar skulu syrgja fyri at fáa sær frá antin forlagi ella øðrum góðum fólkum, sum vita nakað um tað slagið av bókmentum og tey verkevni, rithøvundurin arbeiðir við. Hetta skulu teir gera í góðari tíð, soleiðis at teir hava stundir til at arbeiða tilfar sítt ígjøgnum væl og virðiliga, kanska fleiri ferðir, áðrenn teir lata tað úr hondum til útgávu.

Summir rithøvundar hava ikki fyri neyðini at taka ímóti ráðum. Ernest Hemingway noktaði at taka ímóti ráðum frá nøkrum, men hann lat ongantíð nakað frá sær, fyrr enn hann var fullvísur í, at alt var sum tað skuldi. Eiga vit slík flogvit í Føroyum? Nei, tað gera vit ikki, og tað mugu vit vera so frægt at okkum komin at góðtaka og virða. Tí haldi eg tað vera bæði fáfongt og eitt tekin um fávitsku, tá ið rithøvundar lata frá sær handrit til útgávu, uttan at hava tikið ímóti skikkaðum ráðum frá fólkum við tí serkunnleika, sum teimum tørvar.

Skaldskapur er listaligt handverk

Her er tað, at ummælarin noyðist at vera ærligur og avgjørdur. Ummælarin verður ikki løntur fyri at geva ráð til rithøvundar, sum hava misrøkt skyldu sína móti skaldskaparlistini. Heldur ikki vera ummælarar løntir fyri at hjúkla um rithøvundar, sum heilt eyðsýnt hava ikki gávur til skaldskap ella mál. Hetta er ikki skrivað fyri at seta niður á nakran, men fyri at strika undir, at tað at skriva skaldskap er eitt listaligt handverk, sum skal takast í eins stórum álvara sum onnur handverk. Tú fert ikki í álvara at seta ein bakara til at leggja tær streym í húsini.

Dómur ummælarans

Við mínum førleikum sum bókavørður, ritstjóri og rithøvundur, síggi eg umgangandi – næstan uttan at lesa – um ein bók er fuglur ella fiskur. Eg síggi um rithøvundurin hevur gjørt sær ómak, um nakað skil er á málsliga ella á umbrótingini, orðbýtingini og so frameftir.

Tað er ikki hvørja ferð, at hetta fyrsta hugnámið verður til endaligan dóm. Tíbetur noyðist eg at lesa bókina. Tað kemur fyri, at ytru eginleikarnir als ikki standa mát við innihaldið. Tíverri hendir tað nógv oftari, at innihaldið yvirhøvur ikki stendur mát við tað skreyt, sum onkur hevur klætt tað í.

Lesarar eru ikki einsháttaðir

Mín uppgáva, tá ið eg ummæli til dagbløðini, er at siga, um bókin nyttar nakað. Stutt og greitt. Tað er í grundini ikki neyðugt at skriva meira. Alt tað, sum kemur afturat, má verða skrivað fyri at hækka kunningarvirðið ella undirhaldsvirðið á ummælinum. So er tað upp til lesaran, hvørt hann ella hon hevur álit á mínum ummælaraførleika. Tað er sum so ikki mín trupulleiki. Kemur eitt bókaummæli frá mær á prent, hevur blaðstjórnin longu svarað fyri tí.

Tá ið eg ummæli til at bókmentaligt tíðarrit, er støðan ein onnur. Tá er talan um lesarar, sum oftast hava eina akademiska bakgrund, og sum tí krevja, at ein bók verður sett í ein ella annan samanhang, oftast bókmentasøguligan ella annan spekiligan samanhang. Hetta fyri at ummælið skal hava nakað trúvirði. Akademiski lesarin krevur rætt og slætt akademisk ummæli. Tað ger lesarin av dagbløðum ikki.

Tað er ikki synd í rithøvundum

Hetta, sum eg her havi nevnt, eru skilmarkingar av tí at ummæla, sum eru meira og minni góðtiknar í øðrum londum, og sum eftir mínum tykki eisini áttu at verið umrøddar her hjá okkum. Tað kundi verið við til at ruddað nógvar misskiljingar av vegnum, eitt nú hetta at tað skal vera so synd í rithøvundum, at bøkur teirra fáa eitt skot fyri bógvin, tá ið tær onki nytta. Tað er meira synd í lesarunum, at teir skulu brúka tíð og orku til at lesa eina slíka bók. Hetta er, sæð í mínum eygum, fremsta orsøkin til, at dagbløðini hava bókaummælarar knýttar at sær.

Vónandi kann hetta lítla íkast til kjakið um tað at ummæla vera við til at skapa størri virðing fyri bæði skaldskapi og tí at ummæla, og harvið kanska eisini medvirka til, at vit fáa viðtikið nakrar fortreytir fyri at kjakast um bókmentir og skaldskap í Føroyum. Tað hevði tænt føroyskum bókmentum betri, enn hetta áhaldandi fáskýrda og niðrandi jabbið um, hvørt høvundar og ummælarar eru bygdarfrell, óskúlaðir vónloysingar, ella ikki eiga nakran natúrligan føroyskan tjóðskap.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Advertisements