Endamál

Fyri at bøta um korini hjá skaldskapi í Føroyum, geva vit út eitt tíðarrit, sum kemur út eina ferð árliga, og sum inniheldur bundnan og óbundnan skaldskap, og umrøðu av nýggjari skaldskapi í Føroyum. Vit meta og vóna, at eitt slíkt tíðarrit kann styðja uppundir lesihugin hjá føroyingum at lesa skaldskap, samstundis sum tað eggjar rithøvundum og týðarum at skriva.

Vit seta okkum hesi mál fyri tíðarritið:

  • at verða miðil fyri skaldskap í Føroyum
  • at verða miðil fyri umrøðu av skaldskapi í Føroyum
  • at skapa eitt umhvørvi í Føroyum fyri skaldskap
  • at bjóða dygdargóðan skaldskap, sum fevnir um allar styttri skaldskapargreinir
  • at bjóða altjóða skaldskap og heimsbókmentir á føroyskum máli

Avgerandi fyri, at føroyski lesarin fær dygdargóðan skaldskap, er, at skaldskapurin verður virðismettur eftir dygd. Tí eiga teir høvundar og týðarar, hvørs tekstir fáa innivist í hesum tíðarriti, at fáa rættvísa samsýning. Hetta halda vit vera minsta krav fyri, at eitt slíkt tíðarrit kann seta sær og í longdini varðveita eitt høgt støði.