Guðrið Helmsdal á enskum

Posted on 27 januar 2013


Guðrið Helmsdal. Myndina hevur Randi Ward tikið.

Guðrið Helmsdal. Myndina hevur Randi Ward tikið.

Fýra yrkingar eftir føroyska yrkjaran Guðrið Helmsdal eru við í seinasta nummarinum av Structo Magazine.

Structo er bretskt bókmentatíðarrit, ið eins og Vencil, verður givið út tvær ferðir. Í tíðarritinum eru yrkingar, stuttsøgur og ritroyndir úr øllum heiminum.
Níggjunda nummar fæst her: http://www.structomagazine.co.uk/shop.html

Randi Ward hevur týtt yrkingarnar: “Fjarðakvirra”, “Morgunfjøll”, “Heystfjøll” og “Solnedgang”

úr føroyskum og donskum til enskt. 

Soleiðis stendur millum annað skrivað á heimasíðu Rithøvundafelagsins rit.fo

“Viðmerkjast kann, at tá fyrsta yrkingasavn mítt Lýtt lot kom út í 1963, var hetta hitt fyrsta rættiliga savnið av modernaðum skaldskapi á føroyskum skrivað av einari kvinnu. Tá eg í 1974 fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, var grundgevingin: eigur at fáa virðislønina, tí at hon við yrkingasøvnunum Lýtt lot og Morgun í mars hevur reiðiliga brotið slóð fyri kvinnuligum skaldskapi, og at hon hevur ført okkum ein nýggjan strong inn í føroyskan skaldskap. ”

 

 

OMR

Posted in: tíðindi