3 mai 2024
2 mai 2024

Alexandur 75 ár 

apríl 23, 2024

0

Tá ið man sigur Alexandur Kristiansen, so hongur nógv tjóðarbyggjandi uppií, og sjálvandi fyllir Alexandur á altjóða bókadegnum hjá UNESCO. Altjóða bókadagur er í dag, tí at William Shakespeare, Miguel de Cervantes og Garcilaso de la Vega doyðu henda dag.   Alexandur er fuglfirðingur um ein háls. Saman við hinum bygdarmonnunum, Frits Johannesen, Heðini Kamsdal, Niels […]

Eitt lítið megnarverk

apríl 9, 2024

Comments Off on Eitt lítið megnarverk

Vónbjørt Vang skrivar um sonin og hansara stríð og um hennara egna máttloyvi í royndunum at hjálpa. Hetta er øgiliga svárur og pínusamur lesnaður, men hann kennist eisini reinskandi, tí endiliga torir onkur at seta orð á nakrar kenslur, sum foreldur kunu hava fyri sínum barni. Hetta er eitt týðandi verk í føroyskum bókmentum. Ummæli […]

Posted in: ummæli

Fyrimynd og ræðumynd

mars 19, 2024

Comments Off on Fyrimynd og ræðumynd

Ein av teimum rithøvundunum, sum hevur havt stóra ávirkan á aðrar rithøvundar, teirra millum undirritaða, er Aksel Sandemose (1899-1965). 19. mars í ár eru 125 ár síðan hann var føddur í býnum Nykøbing á oynni Mors í Danmark. Hann doyði í Keypmannahavn í Danmark 6. august í 1965, og hann var tá millum mest lisnu […]

Gertrude Stein er Gertrude Stein er Gertrude Stein

mars 8, 2024

Comments Off on Gertrude Stein er Gertrude Stein er Gertrude Stein

Gertrude Stein, New York, 1935

Gertrude Stein. Navnið er næstan heilagt. Í hvussu er í modernaðari bókmenta- og listasøgu. Gertrude Stein hevði stóra ávirkan á seinni so mætar rithøvundar sum Hemingway, Proust og Ezra Pound, og so mætar listamálarar sum Picasso og Matisse. Sum rithøvundur og listaligur mentorur slóðaði hon fyri nýggjum rákum, sum seinni blivu meginhugtøk innan list og […]

Sendið inn til Vencil

januar 6, 2024

Comments Off on Sendið inn til Vencil

Freistin til at senda inn tilfar til næsta Vencil – tann 22. í røðini – er 2. februar 2024, kyndilsmessudag. Hvør kann senda inn tilfar? Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Treytir fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt […]

Posted in: Vencil

Ummæli: ein bein linja ein bogin

desember 8, 2023

Comments Off on Ummæli: ein bein linja ein bogin

ein bein linja ein bogin

– Guðrið Poulsen, Yrkingasavn, Forlagið Eksil, 2023 Rúni WeiheMéxico, 2023 Við fyrsta eygnabrá eru tvey spor í yrkingasavninum eftir Guðrið Poulsen “ein bein linja ein bogin.” Eitt tekst-spor og eitt fotomynda-spor. Líta vit nærri at tekstinum, síggja vit, at teksturin skilir seg sundur í tvey tekstasløg. Í yrkingar og í eitt slag av as found–teksti. Yrkingarnar lena seg inn í pastoralu […]

Posted in: ummæli

Vencil risin upp aftur

november 17, 2023

Comments Off on Vencil risin upp aftur

Tað er við gleði og stoltleika, at vit við hesum kunnu kunngera, at Vencil í hesu løtu er uppafturrisin. Vencil Nr. 21/2023 er prentaður, og tað frættist, at hann longu hevur funnið vegin fram til onkran av sínum trúgvu haldarum. Hann er eisini longu á veg út í bókahandlarnar, men um onkur er, sum ikki […]

Posted in: ikki bólkað

Vita tit hvat?

juli 27, 2023

Comments Off on Vita tit hvat?

Vencil fer at koma útaftur. Hann hevur ligið í dvala í fýra ár og nú er betiðs at fáa handan Vencilin upp á aftur beinini. Um onkur liggur inni við eini týðing, eini stuttsøgu, eini yrking ella onkrum slíkum, sendið tekstin til vencil@vencil.fo. Frestin at lata inn er 11. august.

Posted in: ikki bólkað