So var tann tíðin aftur, at Vencil aftur er komin fram á torg. Hetta er tann nítjandi í røðini. Vencil 19. er á tremur við upprunaligum stuttsøgum og yrkingum, og sum vanligt er eisini gylt við góðum týðingum úr útheiminum. Vencil verður skotin í gongd við eini ritroynd eftir Carl Jóhan Jensen, har hann skrivar […]
november 23, 2018
Bókadagar eru, og tað merkir, at Vencil eisini er komin. Hann varð liðugur seinnapartin í dag, og fer at liggja klárur Bókadagarnar. Vencil hevur tiltak á Bókadøgunum í morgin klokkan 14.00. Tiltakið eitur Ginsberg, Gunnar og Vencil. Bergur Djurhuus Hansen fer at tosa um yrkingina Ýl, og týðingina hjá Gunnari Hoydal, sum hevur 14 ár […]
juli 20, 2018
Summi okkara eru von við at lesa yrkingar. Hetta samspælið millum lesara og eina góða yrking er serstakt. Tað mennir. Men, tað kann eisini vera gott, at síggja, tá ið onkur hevur gjørt eina video av yrkingini, so at vit fáa hana tulkaða á filmi. Tað gevur okkurt heilt annað, okkurt heilt nýtt. Her eru […]
juni 24, 2018
Ja, so nærkast innlatingafreistin aftur. 1. august 2018 skulu tekstirnir vera Vencli í hendi. Hvør kann senda inn tilfar? Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Treytir fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummælir av nýggjari føroyskum skaldskapi, og […]
mars 18, 2018
Ver sterk mín sál 1905 Janus Djurhuus Lagið hevur Kari Sverrisson skrivað Ver sterk mín sál á køldu náttarvakt, har eingi altarljós til gudar brenna, har hvør ein vón av fannkava var takt, og hjartað ongan hita meir kann kenna; ver stór mín sál sum rúmdar kalda tøgn, ið eina er, tá slóknar lívsins søgn. Ver […]
november 25, 2017
Sunnudagin, 26. november klokkan 14.00 fer Vencil og alt hansara harkalið á pallin í Norðurlandahúsinum. Ein heilur tími stendur í navni Vencils. Henda tíman fáa áhoyrararnir møguleika at hoyra, hvat ritstjórarnir halda um Vencil, tað verður ikki bara reyp, siga teir, og tøl verða løgd á borðið, har vit fáa at vita, hvat er […]
november 23, 2017
Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur […]
november 22, 2017
22. november í 1963, klokkan 12.30 lokala tíð í Dallas, Texas í USA var ein skottilburður, sum skakaði allan heimin. Spyrt tú fólk, sum lurtaðu eftir føroyska útvarpinum tann dagin, so siga tey seg væl og virðiliga minnast, hvar tey vóru, tá ið John Fitzgerald Kennedy varð skotin. Nógv rumbul varð um morðið, um hvør […]
desember 26, 2018
0