Fyrimynd og ræðumynd

Posted on 19 mars 2024


Aksel Sandemose í 1963. Foto: Leif Krohn Ørnelund. Við loyvi eftir CC3

Ein av teimum rithøvundunum, sum hevur havt stóra ávirkan á aðrar rithøvundar, teirra millum undirritaða, er Aksel Sandemose (1899-1965). 19. mars í ár eru 125 ár síðan hann var føddur í býnum Nykøbing á oynni Mors í Danmark. Hann doyði í Keypmannahavn í Danmark 6. august í 1965, og hann var tá millum mest lisnu og mest viðurkendu rithøvundarnar í heiminum. Hevði hann livað nøkur ár longur, hevði hann nokk fingið Bókmentavirðisløn Nobels, sum hann var í uppskoti til at fáa í 1963.

Aksel Sandemose var ein meistari í bæði skaldsøgu- og stuttsøguskriving, men hann er ringur at seta í bás. Hann verður í dag av summum mettur sum ein av stóru modernistunum í europeiskum bókmentum, og tað verður sagt, at hann skrivaði sum Milan Kundera (1929-2023), langt áðrenn Milan Kundera. Aksel Sandemose hevur altíð verið stríggin at fáast við hjá bókmentafrøðingum, tí hann passar ikki inn í teirra myndlar og bókmentasøguligu fatan. Tí verður hann sum oftast bara settur uttanfyri.

Hann var eisini stríggin sum privatpersónur. Í 2004 gav ein av synum hansara, Jørgen Sandemose (1945-2019), út bókina Flyktningen : Aksel Sandemose – en biografi, har hann málar eina sanna ræðumynd av pápanum sum privatpersóni. Familjan var fíggindi hansara, skrivar sonurin, og leggur pápan undir at hava havt lyndi til bæði incest, pedofili og samkyndleika, tó uttan at liva tað út. Eisini finst Jørgen Sandemose at pápanum fyri at hava havt ta støðu sum rithøvundur, at tú ikki kanst skriva um nakað, tú ikki sjálvur hevur upplivað. Tað var hetta, sum gjørdi, at hann var so ótolandi sum hann var fyri síni nærmastu.

Aksel Sandemose hevur vissuliga ikki sjálvur gjørt nakað fyri at fáa eitt gott eftirmæli sum privatpersónur. Hann spann søgur upp um seg sjálvan og vildi millum annað vera við, at hann sum ungur sjómaður hevði dripið eitt annað menniskja. Hann helt lítið um hjúnabandið, men varð giftur fleiri ferðir, eina ferð uttan at vera blivin skildur frá einari aðrari fyrst. Hann leitaði í skrivingini inn í teir myrkastu krókarnar í menniskjanum, og hann má hava dámt tað, tí tað eru fáir rithøvundar, sum í skaldskapi sínum hava lýst menniskjalyndið so væl sum Aksel Sandemose.

Skrivingarlagið hjá Aksel Sandemose er heilt serstakt. Eitt bland av tilvitskustreymi, samfelagslýsing, sálarlýsing og spenningssøgum. Evnini, hann skrivar um, eru fjølbroytt og ymisk. Sjómenn og sjólív, niðurseturfólk í New Foundlandi og Kanada, modernað pør við avbjóðingum í samlívi og kærleikslívi, prestar við avbjóðingum við sínum kynslívi.

Tað er lítið komið út á føroyskum eftir Aksel Sandemose. Kendasta skaldsøgan, Aftur á slóðina, kom í 2000, í týðing eftir Hans Thomsen (1928-1993). Hon eitur á upprunamálinum – norskum – En flyktning krysser sitt spor (1933), og tað er haðani, vit hava fingið tað so víðakendu jantelógina, hvørs fyrsta boð ljóðar: tú skalt ikki halda, at tú ert nakað. Nakrar stuttsøgur hava staðið í tíðarritunum Hugnalig jól (1973) og Glugganum (1957), og í stuttsøgusavninum Karin, kúgvin og køtturin (1986). Og so stóðu tríggjar stuttsøgur eftir Aksel Sandemose í Vencili Nr. 20/2019, allar týddar av Edvardi S. Olsen (f. 1949).

AÓD