Jóanes Nielsen á japanskum

Posted on 9 apríl 2013


Fyri okkurt um einum mánaði síðani ringdi Jóanes Nielsen til mín og spurdi, um eg kundi taka hann upp á band, meðan hann las nakrar yrkingar. Ein japansk kvinna, Chiako Kaiho nevnd, hevði týtt nakrar yrkingar til eitt japanskt tíðarrit, og hon vildi hava eina ljóðfílu við, har Jóanes las tríggjar yrkingar. Eg fór við míni iphone í lummanum oman til Jóanes at taka hann uppá. Úrslitið er nú at finna á netinum.

Turið Sigurðardóttir skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Fyrrverandi næmingur á Fróðskaparsetrinum týðir Jóanes Nielsen til japanskt
Perman á Gendaishi Techo
Perman á Gendaishi Techo

Japanska tíðarritið Japanese Contemporary Poetry Magazine/ Gendaishi Techo, nr. 3, mars 2013, hevur eitt úrval av norðurlendskum yrkingum í japanskari týðing.

Jóanes Nielsen umboðar føroyskan skaldskap við yrkingunum Telefonboksin, Pest og Draga millum árstíðir.

Í ritinum er tilskilað, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar yrkingar eru týddar til japanskt. Ritið verður sent til norðurlendskar sendistovur í Japan, Norðurlandaráðið o.o. viðkomandi.

Umframt yrkingarnar er grein um Jóanes Nielsen eftir Turið Sigurðardóttur í ritinum.

Chiako Kaiho hevur týtt yrkingarnar og greinina til japanskt. Chiaki hevur MA-prógv frá Tokyo universiteti við MA-ritgerð um málstøðuna í Føroyum. Chiaki, sum hevur lisið danskt í Danmark og føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya,  kom fyrst á norðurlendskt,  síðan á altjóða summarskeið og las harnæst eitt ár á Fróðskaparsetrinum. Hon undirvísir, týðir og skrivar um norðurlendsk og føroyskt mál og mentan. Chiaki arbeiðir nú fyri norska sendiráðið í Tokyo.

Jóanes Nielsen lesur yrkingarnar her:

Telefonboksin

Pest og Draga millum árstíðir

Mítt pass er andadrátturin

OMR