Árringar og æðrar

Posted on 10 juni 2012


Tórshavnar kamarkór syngur í Gøtu kirkju.

Í dag var konsert við Tórshavnar kamarkóri í Gøtu kirkju. Konsertirnar hjá Tórshavnar kamarkóri eru altíð verdar at lurta eftir. Bernhardur Wilkinson dugir ótrúliga væl at fáa óskúlað fólk (ikki at blanda við óroynd fólk) at syngja, sum vóru tey skúlað. Hann hevði sum onki fingið ein motor við einum sylindara at ljóða sum ein mototur við fýra sylindarum, og tað er kanska júst tað, hann ger.

Tórshavnar kamarkór.

Á konsertini sang Tórshavnar kamarkór nógv góð løg eftir nógv góð tónaskøld. Eg eri ikki tann rætti at ummæla eina kórkonsert. Eg skilji ofta ikki tað abstrakta, sum tónleikur er, men mær dámar væl upplivingina, ið eg fái, tá ið eg lurti eftir væl framførdum tónleiki.

Eitt verk, ið varð sungið, var nýskrivað. Verkið hevði Leif Hansen skrivað. Lagið var til yrkingina “árringar og æðrar” eftir Carl Jóhan Jensen. Yrkingin er ein sonetta, og stendur hon í savninum Tímar og rek frá 1997. Savnið varð tilnevnt norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri fagrar bókmentir.

Yrkingin er soleiðis:

 

árringar og æðrar

har var ein hjørtur nær. bláur og kløkk
litbrigdi frá. úr reyðum í grønt. eitt træ
sum er opið innan stendur berligt á glæ
inn í flatan. ein mastur ið søkk

við ringum av ljósárstungum boðum. døkk
sum eitt ófullroynt flog er hon eitt fræ
ið strálar frá sær mismunir. eitt svað
av hvítum í bláum tá ið djórið støkk

og reisti upp æðrar. endurgloymd sløg
ið svíða um grót. vatn ið sker í ljóð
miðvirk og nær sum suðið eftir bløð

ið spretta eins og ljós í gleri. hold
av søgum. kanska einki. kanska blóð
ið dregur saman munin á tíð og mold.

Carl Jóhan Jensen

OMR