Anne Carson 65 ár

Posted on 21 juni 2015


Anne Carson

Anne Carson

Hon er ikki so kend her um leiðir, Anne Carson. Og tó, hon hevur, sum so manglur annar, staðið í Vencli. Í Vencli nummar 6 vóru 11 yrkingar eftir Anne Carson.

Anne Carson var fødd í Toronto, Kanada 21. juni í 1950. Hon er professari í klassiskum bókmentum og málum. Hon hevur týtt eldri, grikskan skaldskap til enskt. Millum annað Agamemnon og Sapfo.

Her er ein av býaryrkingunum hjá henni, sum stóð í Vencli sætta.

Býur apostlanna

Eftir deyða tín.
Var vindur hvønn dag.
Hvønn dag.
Setti seg upp ímóti okkum sum ein múrur.
Vit fóru.
Rópandi skeivt hvør eftir øðrum.
Fram við vegnum.
Tað var til fánýtis.
Gloppini millum okkum.
Gjørdust hørð.
Tað eru tóm glopp.
Og kortini eru tey tøtt.
Og svørt og beisk.
Sum gloppini millum tenninar.
Á eini eldri konu.
Tú kendi fyri mongum árum síðani.
Tá ið hon var.
Dárandi streyma nervarnar runt í henni sum slotseldar.

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

OMR

Posted in: ikki bólkað