Vencil 19. er komin

Posted on 26 desember 2018

0


vencil19

So var tann tíðin aftur, at Vencil aftur er komin fram á torg. Hetta er tann nítjandi í røðini. Vencil 19. er á tremur við upprunaligum stuttsøgum og yrkingum, og sum vanligt er eisini gylt við góðum týðingum úr útheiminum.

Vencil verður skotin í gongd við eini ritroynd eftir Carl Jóhan Jensen, har hann skrivar um ymiskar tjóðarbyggingar í Evropa og flættar hetta inn í sína egnu søgu. Honum eftir kemur T.S. Eliot við Øskudegi, og so Marjun S. Kjelnæs, og so er Vagnur Streymoy á skránni við eini stuttsøgu um nazistarnar í týningarlegunum. Malan Poulsen hevur skrivað eina stutt-stuttsøgu, sum eitur Kongabomm. Baudilaire fer at rúsa okkum. Fimm yrkingar eru eftir ísraelska tjóðarskaldið, Yehuda Amichai. Alexandur Kristiansen hevur nakrar Myrkingar við og eina yrking, sum byrjar við reglunum: Vóru eingi hús / høvdu øll skáp staðið úti. Octavio Paz og Pablo Neruda eru eisini bodnir við, og Heðin M. Klein skrivar millum annað um Tað orðið. Kjell Askildsen ger eisini eitt slank inn í Vencil. Stuttsøguhøvundurin, Katherine Mansfield beríkar okkum við trimum stuttsøgum, hvør betur enn hin. Anna Maria Jespersen debuterar við eini yrking og Gustav Fröding og Staffan Söderblom geva okkum svenskar yrkingar. Katrin Reinert skrivar eina yrking um Netflix og Rólant Dam debuterar eisini. Rigmor Dam skrivar minnigarorð um góðu vinkonuna, Annu V. Ellingsgaard, sum doyði alt ov ung. Endin, útgangurin er serligur; tekstin eigur Lív Maria Róadóttir Jæger og nótarnar eigur systirin, Unn Paturson. Talan er um kantatuna, sum varð skrivað til Glasir. Vencil byrjar við eini ritroynd um Evropa og endar við Glasi, har ungdómur gongur, sum er á veg út í verðina.

Permuna hava teir báðir ritstjórarnir gjørt. Á permuni er eitt stórt semikolon. Hetta undarliga teknið, sum ongin í dag dugir at seta. Síðani varð sama skrivimaskinan drigin fram, sum skrivaði logoið ovast á øllum permunum á Vencli; ein Brother deluxe, sum er eini 55 ára gomul. Hon hevur onki semikolon, bara kolon og komma. Fyrst varð kolon skrivað, og so varð bakka eitt hakk aftur, og at enda varð eitt komma sett. Pappírið, sum perman er prentað á hevur eisini sína søgu. Pappírið er avlopsgoymsla frá Einars Prent. Eitt serligt kremlitað pappír, við brúnligum, ørsmáum prikkum.

Við bestu kvøðu

Ritstjórar Vencils

 

 

Posted in: tíðindaskriv