Tapet millum øldir

Posted on 9 desember 2012


3883006-biodage-sporene_gror_ud_af_ordjpg

Tað gongur væl hjá Jóanesi Nielsen. Hann fekk fyrr í ár M. A. Jacobsen fyri skaldsøguna, Brahmadellarnir. Sama skaldsøga er týdd til danskt, har hon hevur fingið góð ummæli og bókin er tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina.

Eg vóni so inniliga, at hann fær virðislønina, so okkara ráðharri í mentamálum sær, at tað loysir seg at stuðla listini og listafólkum. Jóanes hevur millum annað fingið trý ára starvsløn úr Mentanargrunni landsins, sum áðurnevndi harri í mentamálaráðnum hevur skert við 20%. Tað vil siga úr 6.4 milliónum og niður á 5.2 milliónir.

Gott er, at føroyskar bókmentir fáa ans í útlondum. Serliga síðani Hugin Eide er farin at geva bøkur út á lítla forlagnum, Torgaard, eru føroyskar bókmentir veruliga komnar í donsk bløð, og hava har fingið góð skoðsmál. Sjálvur sigur Hugin, at eitt gott ummæli í Politiken ella Weekendavísini er ikki nóg mikið til at selja bøkur, men tær gerast sjónligar, og fólk lesa um føroysku bøkurnar, ið koma á danska bókamarknaðin. Hetta fer kanska at bøta um søluna í seinna endanum.

Fyri stuttari tíð síðani gav Jóanes aftur eina bók út. Hesa ferð er talan um yrkingasavn, ið kallast Tapet millum øldir. Eitt heiti, ið er líkt Jóanesi at brúka. Ein mynd, ið eyðkennir skaldskapin hjá Jóanes.

Flest kenna Jóanes Nielsen sum ein góðan og beinraknan yrkjara við stórbærum myndum, sum hava sítt egna univers. Vit kenna Jóanes Neilsen sum ein góðan og altsigandi og altskrivandi høvund, sum ikki fírir fyri at siga tað sum tað er og reiðiligani tað. Hetta dámar lesaranum, og av tí sama hevur hann vunnið sær ein trúfastan lesaraskara. Millum tey, sum lesa yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen við jøvnum millumbilum eri eg sjálvur. Mær dámar væl yrkingar hansara. Serliga dámar mær tær, sum hann hevur skrivað eftir 1992, tá ið Kirkjurnar á havsins botni kom út. Hetta savnið er eitt týðiligt skifti í hansara skaldskapi. Hann finnur er sína yrkjarahill, sít stað at skriva og síni evni at skriva um.

Hetta nýggja savnið er ikki øðrvísi enn hini. Tað hellir ógvuliga tætt upp at hinum søvnunum, men eg haldi ikki, at tað er eins heilskapað sum hini.

Yrkingar eru við í hesum savninum, sum hava staðið í øðrum søvnum. Ein yrking, “Fløtakakur”, hevur staðið í Vencli áttanda, og nakrar stóðu í savninum, Smukke fejltagelser, sum hann gav út saman við Peter Laugesen. Yrkingin um Annisette, “Ugganarorð” stóð í hesum savni, sum forlagið Torgaard gav út. Hetta er ein av klassisku yrkingunum hjá Jóanesi, har hann lyftir sangaran í Savage Rose upp til gudastøði og hon gerst ein partur av náttúruni, av árstíðunum, ein máttur, sum er egin, og sum av Jóanesi verður lyft upp til skýggja, áðrenn hann pilkar hana niður aftur á menniskjaligt støði og sigur: “Sum flest onnur er hon sett saman av lími, teymum og teknistiftum / ein skroypiligur figurur / við eini rødd / sum knúsar glas.” Á sama hátt yrkir Jóanes um Edith Södergran. Hesa skroypiligu, ungu kvinnu, sum stríðist við tuberklasjúku. Her verður Gud ein partur av tí tuberklalitta blóðinum á hvíta lummaturriklæðnum hjá Edith Södergran.

Eg vil siga, at stílurin og yrkingarnar í støðum líkjast ov nógv ørðum yrkingum í onkrum av hinum søvnunum. Tú ivast viðhvørt, um yrkingin hevur staðið onkra aðra staðir, men so er yrkingin bara skriva so tætt upp at eini aðrari yrkingsum eg havi lisið áður. Tað er í fleiri øðrum yrkingum, at Jóanes brúkar hjartakamarið í eini myndbergin. Eisini hevur hann í fleiri øðrum yrkingum brúkt stjørnurnar í sínum myndberingum. Slíkar orðingar ganga aftur í yrkingum Jóanesar, heilt aftur til Kirkjurnar á havsins botni  (1992), og summar longri aftur.

Hetta er sjálvandi ein vandi ein yrkjari kemur í, og eg ivist ikki í, at allir yrkjarar skapa somu yrkingina umaftur og umaftur, skriva hana við ymiskum eygum, ymiskum tíðum, ymiskum hugløgum og ymiskum kenslulagi. Vit eru bara avmarkað av egnum orðum, egnum sannroyndum og egnum tonkum. Tónin í yrkingasavninum er eisini hin sami. Yrkingar eru sum hálova kyninum, kvinnuni, mannamuni og stríðinum fyri tí góða samfelagnum. Yrkingar eru, sum pilka niður tann persónliga Gud, sum vit menniskju brúka til at ugga okkum við og til persónligan vinning annars, og yrkingar eru um tann kosmiska Gud, sum er í øllum tí undrunnarverda og góða.

Eg haldi, at yrkingasavnið er á eini leið, tó ikki av teimum bestu, Jóanes hevur latið úr hondum. Onkur yrking átti ikki at verið tikin við. Til dømis kann eg nevna einastu stuttu yrkingina, ið er ein umskriva yrking úr Havamálum: Doyr kvinna / doyr gessur / doyggi sjálvur eg. /Eitt veit eg / sum aldrin doyr / minnið um angandi klov. Sjálvur dámar mær best hesar longu episku yrkingarnar hjá Jóanesi, sum eru ein heilur heimur av kenslum, søgum, myndum og ótrúligum drivi. Tær mangla í hesum savninum. Einar tvær slíkar yrkingar eru við, og tær eru meistarligar, meðan tær styttru yrkingarnar fara ikki heilt á flog.

 

OMR

Posted in: ummæli