Varðin 95 ár

Posted on 11 apríl 2016

0


12957417_1786085388286561_3383122560944633222_oMikudagin 13. apríl, klokkan 16.30 verður nýggja nummarið av Varðanum lagt fram á móttøku í Listasavni Føroya.
Varðin hevur 95 ár á baki, og hevur havt nógvar ritstjórar, sum hvør á sín hátt hava ment ritið. Nýggi Varðin er tann fyrsti við Dorit Hansen sum ritstjóra.

Í hesum Varðanum eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða.

Knút Háberg Eysturstein skrivar um upptøkur í Føroyum í 100 ár, Firouz Gaini skrivar um gransking, sum vísir, hvat ungir føroyingar hugsa um at flyta uttanlands í eitt tíðarskeið. Marna Jacobsen hugleiðir um tað at menna nýggjar høvundar, og Bjarni Arge viðger spurningin, hvørt føroyskir miðlar eru politiskt heftir.

Dorit Hansen hevur samrøðu við rithøvundin Marjuna Syderbø Kjelnæs, Solveig Hanusardóttir Olsen hevur eitt úrval um grind í føroyskari list, og sum brellbiti úr komandi týðing er brot úr bókini Tað etiska kravið eftir K.E. Løgstrup, sum Eilif Samuelsen hevur týtt.

Tvær minnisgreinar eru í hesum Varðanum, onnur um vinnulívsmann í Havn og hin um mentamenn í Klaksvík. Harumframt eru stuttsøgur eftir Hanus Kamban, Tórodd Poulsen, Turid Thomsen og Agnar Artúvertin, og yrkingar eftir Vónbjørt Vang, Sólrúna Michelsen, Maluna Poulsen og Katrin Reinert. Seks ummæli eru eisini við.

Ætlanin er at geva tveir Varðar út árliga. Mentanarritið verður sent til limir felagsins, og til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni www.mentanarrit.foella við at senda teldupost til varðin@mentanarrit.fo

Vælkomin í Listaskálan mikudagin kl. 16.30!

Advertisements
Posted in: ikki bólkað