Nýggjur Varði

Posted on 13 apríl 2016


12957417_1786085388286561_3383122560944633222_o

Gott er víð góðum bókum. Gott er við nógvum bókum. Yrkingar áttu at fylt alt tað almenna rúmið. Yrkingar áttu at hingið uppi í bussum, í bussskýlum, umborð á strandfaraskipum, flogførum, á flogvøllinum, í skúlum, hjá læknum, á sjúkrahúsunum. Tú skuldi ikki gingið ein metur, uttan at rent teg í eina yrking.

Og tíðarrit sum Varðin og Vencil áttu at ligið í bíðirúminum hjá hvørjum lækna, um hann so vælir um tenn ella restina av kroppinum, sálina ella okkurt annað, so áttu hesi bæði tíðarrit at ríka øll, sum bíða.

Soleiðis!

2016-04-13 15.27.48

Men tá ið tað ikki er so, so er gott við góðum tíðarritum og bókum annars. Tá ið man soleiðis fer til bókaútgávu, hittir tú tað sama sjakkið hvørja ferð, og er onkur ikki, so verður spurt, um hesin ella hasin hevur tað gott, um hann er sjúkur ella er í útlandinum ella hvussu …

Tey somu misteinkiligu vóru komin í Listaskálan at taka ímóti, meðan Dorit legði fram nýggja Varðan.

2016-04-13 15.34.58

Hóast síni 95 ár, sær Varðin út sum fyrsta dagin. Nógv fólk var møtt at heiðra hann, stúgvandi fullur við tekstum av øllum slagi. Bæði yrkingar, greinar av ymiskum slag, viðtal, suttsøgur og ummæli eru við. Hansina Iversen hevur myndprýtt permuna.

2016-04-13 15.33.43

Nýggi ritstjórin á Varðanum, Dorit Hansen, beyð okkum vælkomnum, og síðani lósu Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Vónbjørt Vang og Dorit Hansen sjálv.

Síðani gekk prátið, og tey, sum ikki høvdu sæst, síðani seinast onkur legði eina bók fram, gleddu seg til næsta bókatiltak.

2016-04-13 15.31.46

Og nú er bara eftir at lesa Varðan.

 

OMR

 

 

Posted in: ikki bólkað